Útisetalív: Tað er saktans veður at spæla úti í góðveðrinum í Keypmannahavn. Føroyskir útisetar eru raskir at kasta børn av sær. Tað sást á spæliplássinum á Oyrasundskollegiinum í dag. Ímeðan pápar snakka um seyð, spæla børnini á reiggjum og øðrum forvitnisligum.
Útisetalív: Tað er saktans veður at spæla úti í góðveðrinum í Keypmannahavn. Føroyskir útisetar eru raskir at kasta børn av sær. Tað sást á spæliplássinum á Oyrasundskollegiinum í dag.Ímeðan pápar snakka um seyð, spæla børnini á reiggjum og øðrum forvitnisligum.
Keypmannahavn: Á Oyrasundskollegiinum er eisini eitt spælipláss til børnini. Tað er eitt satt paradís, ein dag sum í dag. – Tað verður helst eitt sindur av sandi í millum ymsu blæurnar í kvøld, men tað gerst ikki við.
Steffan Kalsø og vinmaðurin Jóan Petur Holm pápaðust eitt sindur í dag. Døturnar sluppu at spæla, ímeðan Steffan royndi at reypa fyri Jóan Peturi um, hvussu góður seyðurin er á Syðradali.
Men Jóan Petur visti at siga frá verfaðirinum, at besti seyðurin sum er, kemur av Viðareiði.
Les eisini:




