Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn eitt føroyskt tiltak í Keypmannahavn

Danial Viðoy

Í morgin verður Keypmannahavn aftur karmur um eitt smáføroyskt tiltak. Í morgin verður nevniliga Nordhavns Regatta í Norðhavnini. Føroyskur kappróður og føroyskur tónleikur.

Í morgin verður Keypmannahavn aftur karmur um eitt smáføroyskt tiltak. Í morgin verður nevniliga Nordhavns Regatta í Norðhavnini. Føroyskur kappróður og føroyskur tónleikur.

Keypmannahavn: Tað er vorðin gerandiskostur eftir hondini at skipa fyri føroyskum tiltøkum í kongaliga Keypmannahavn. Tað er ikki stutt síðani at Frigg, væl umboðað av føroyingum, var í Kongens Have. Í morgin verður aftur føroyskur tónleikur at hoyra í Keypmannahavnargøtum. Men ikki bara tað, eisini føroyskur kappróður.

Klokkan tvey setur Edmund Joensen ’Nordhavn Regatta’. Frá klokkan 14.30 til klokkan 16.30 verður kappróður á skránni. Eftir hetta verða fyrstu tónleikaframførslurnar. Talan er um ikki enn minni enn Hallur Joensen og Kristinu Bærentsen.

Í morgin er eisini stórur fótbóltsdagur; talan er um Champions League finaluna. Finalan verður víst á stórskíggja.

Dagurin fer at koyra sína gongd og verður merktur av føroyingum. Seinni um kvøldið verður dansur og tá trínur Hallur Joensen aftur á pallin, og allarhelst kemur Kristina eisini at hjálpa til.

Eitt er tað at nógvir føroyingar verða at síggja, men sum um ikki at tað var nokk, so er alt tiltakið eisini ókeypis.