Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nú má arbeiðsfriður valda í samgonguni

Annfinn Brekkstein

Løgmaður og Sambandsflokkurin eigur ikki at góðtaka, at ein landsstýrismaður er undir áhaldandi skuldsetingum í einum tollmáli, sum er lýst og greinað væl í fjølmiðlunum.

Løgmaður og Sambandsflokkurin eigur ikki at góðtaka, at ein landsstýrismaður er undir áhaldandi skuldsetingum í einum tollmáli, sum er lýst og greinað væl í fjølmiðlunum.

Løgmaður loysti Kára P Højgaard úr starvi sum landstýrismann, tí tað var so nógvur politiskur ófriður rundan um landsstýrismannin.

Tað er vorðin nógv meira politiskur ófriður rundan um fíggjarmálaráðharran – og tað skaðar arbeiðið í samgonguni. Løgmaður eigur tí at gera tað sama við Jørgin Niclasen.

Sambandsflokkurin verður meira og meira vavdur inn í hetta mál sum samgonguflokkur, og tað skaðar flokkin og trúvirðið á flokkin.

Tað eru tekin í samfelagnum, at tað er farið at ganga rætta vegin, men hesi politisku persónsmál eru farin at sáa misálit millum fólk og á ta politisku skipanina.

Borgarin og veljarin finnur seg ikki í hesum meira.

Annfinn Brekkstein

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu fyri Sambandsflokkin