Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Café Hereford – gleða seg til Norðoyastevnu

Oliver Joensen

Roynið nakað nýtt á Norðoyastevnu hesaferð – royn Café Hereford!

Roynið nakað nýtt á Norðoyastevnu hesaferð – royn Café Hereford!

Fólk koma eftir heitum rættum at kalla allan dagin, tað siga tær báðar Julia Gunnarsdóttir og Khulda Mikkelsen, sum dagliga starvast á Café Hereford og sum vit hittu, tá vit vitjaðu inn á gólvið fríggjadagin í farnu viku.

Umframt okkum báðar, so arbeiðir Svanna Hammer eisini her, sigur blíðliga Julia Gunnarsdóttir og sigur við einum smíli at ”vit eru tríggjar fittar ungar kvinnur, sum arbeiða her”.

Café Hereford, sum er partur av Herefordsamtakinum her í húsinum, byrjaði í januar í ár. Eg má siga, sigur Julia Gunnarsdóttir, at tað hevur bara gingið væl. Norðingar hava tikið væl ímóti Café Hereford og vit eru her fyri at gera býin meira áhugaverdan, bæði fyri fólk í býnum og ikki minst fyri gestir okkara uttanífrá.

Vit byrjaðu eitt sindur varðisliga fyrstu tíðina og høvdu opið til 6-7 á kvøldi, men tað vísti seg skjótt at viðskiftafólk vildu hava at vit høvdu longur opið og tí eru vit nú komin til at hava opið til kl. 20 á kvøldið gerandisdagar, fríggjakvøld og leygarkvøld er opið til kl. 22 ella seinni um nógv er at gera. Vit lata upp klokkan 11 fyrrapart.

Vit hava skeinkiloyvi, so væl ber til hjá fólki, sum koma her, at fáa øl, vin og annað afturvið matinum um tey ynskja tað, eisini ber til at fáa ymiskar leskidrykkir so sum irish coffee og annað, men vit eru ein Café og ikki ein bar, sigur Julia Gunnarsdóttir víðari. Vita hava eisini fríkstpressað appilsindjús, tað dámar gestunum eisini sera væl.

Matarseðilin hjá okkum er fjøltáttaður við ymiskum løttum heitum rættum og suppu, men seinastu tíðina hava vit eisini lagt piparbúff afturat matarseðilinum og tað sýnist at hava eydnast væl. Omaná hava vit eisini ymiskt leskiligt, søtt og gott og ikki minst fleiri ymisk sløg av kaffi, so sum cappuccino, caffé Latté, Chai Latté, espresso og sjálvandi eisini vanligt kaffi, til ber eisini at keypa kaffi útvið.

Tað, sum kanska er eitt sindur áhugavert er, sigur Julia Gunnarstóttir víðari, at fólk koma allan dagin eftir heitu rættunum, so tað er tað, sum mest verður serverað fyri viðskiftafólkum okkara.

Café Hereford hevur ikki verið ígjøgnum eina Norðoyastevnu áður, og tað gleða vit okkum til at royna. Eg haldi at vit hava sera góðar umstøður, vit hava góðan kokk, sera góð hølisviðurskifti, vit kunnu dekka til eini 40-50 fólk inni her í senn.

Í eiana tíð hevurSóleyð Hammer sínt málningar fram á café Hereford, á norðoyastevu kemur unga listarkvinnan Armgarð Absalonsen at sína málningar fram.

Vit fara eisini at tillagað matarsskránna eitt sindur til Norðoyastevnuna. Tað verður spennandi hjá okkum at uppliva fyrstu Norðoyastevnuna hjá Café Hereford og vit ”fittu ungu kvinnurnar” gleða okkum ótrúliga nógv at fara at taka ímóti klaksvíkingum og gestum á Norðoyastevnu. 

Hetta er fyrstu ferð at Café Hereford er ein møguleiki á Norðoyastevnu – so, eg vil ráða øllum til at royna Café Hereford á stevnuni, sigur ein smílandi Julia Gunnarsdóttir at enda.