Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ívar Iversen: Hvør tann ið syndafríur er …

Ívar Iversen

Hvat líkist tað, at mannjagstra ein væl at sær komnan 18 ára ungling, ið tók við Niklasi Norðistovu-handilsfyritøkuni í Sørvági fyri okkurt um 25/26 árum síðan, sum nærum var komin á húsagang. Hann átti at fingið “Premiu.”

Hvat líkist tað, at mannjagstra ein væl at sær komnan 18 ára ungling, ið tók við Niklasi Norðistovu-handilsfyritøkuni í Sørvági fyri okkurt um 25/26 árum síðan, sum nærum var komin á húsagang. Hann átti at fingið “Premiu.”

Hann var – og er – so mikið at sær komin, at hann kann svara fyri seg og kann vísa øllum skuldsetingum aftur, ið hann valla visti um, tá hann royndi við ídni sínum at bjarga Norðistovu-handilsfyritøkuni undan at stoytast oman av eggini.

– Politikkur tykir mær mangan at vera ein frimil fyri “fananskapi”.

– Tað at Fjølmiðlafólk vilja gera sær dælt av eini og hvørji snávan ið hann/hon, sum dittar sær at stilla seg upp fyri ein politiskan flokk, er teirra livibreyð – um onkur liggur millum lús og tvær negl.

Eingin fer væl, tí annar fer illa!

– Her hevur Kringvarp Føroya gjørt sær dælt av at mannjagstað Jørgin Niclasen. Tað er nokk so nýkomið í føroyskan fjølmiðlapolitikk at jagstra (forfylgja) tey einstøku, kunnu tey fáa eina – eftir teirra tykki eina góða – helst negativa – søgu, so er dagurin bjargaður.

Fyrr høvdu vit virðing fyri tí einstaka. Sjáldan hevur ein maður, sum Jørgen Niclasen, verið so úthongdur.

– Fólkaflokkinum havi eg ongantíð hildið við. Tað kemst helst av hansara ógvusligu framferð í krígsárunum 1939/45 tá eg var millum 9 og 15 ár. Kortini havi eg nógvar vinmenn har – millum teirra var Niklas.

Ein ber, sum hann roynir!

– Andstøðan við Høgna Hoydal á odda roynir av øllum alvi at koma sær framat.

“Hensigten helliger midlet,” sum danir taka til.

Lítið virðiligt tykir mær henda framferðarhátt.

– At Kai Leo, løgmaður, og Jørgen Niclasen hava kunna virkað so væl saman, ber prógv um álit hvør á øðrum.

At henda orrustan um ein framkomnan ungling skal hava elvt til hetta mikla og óverduga stríð má – eftir mínum tykki – vera ósømulig og ómenniskjanslig.

– Helgi Abrahamsen, og aðrir í Sambandsflokkinum, átti at hugsa um hetta!

Jenis av Rana kunnu vit útihýsa. Hann flákrar millum Himmals og jarðar. Floksfelagi hansara, Bill Justinusen, er gløggur og tykist at hava bæði beinini niðri á jørðini.

Gævi tað far ein góðan og hepnan enda.

Á heiðaskákinum 9, 28. mai 014

Ívar Iversen