Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leitanin eftir politiskum friði

John W. Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag

FORMAÐUR Í NORÐOYASAMBANDSFELAG: Hevði trupult við at sovnað eftir tingfundin í gjár tí eg fór at hugsað um hvussu eg og “Lisbeth” og mong onnur øtaðust um tær \”avdúkingar\” sum FREGNIR á sinni kom við og sum elvdi til at vit hildu tað verða púra rætt at táverandi løgmaður vegna politiskan \”ófriði\” koyrdi Johan Dahl frá. Nú verður aftur rópt um politiskan “ófrið” men er hetta hugtak í grundini bara heit luft.

FORMAÐUR Í NORÐOYASAMBANDSFELAG: Hevði trupult við at sovnað eftir tingfundin í gjár tí eg fór at hugsað um hvussu eg og “Lisbeth” og mong onnur øtaðust um tær “avdúkingar” sum FREGNIR á sinni kom við og sum elvdi til at vit hildu tað verða púra rætt at táverandi løgmaður vegna politiskan “ófriði” koyrdi Johan Dahl frá. Nú verður aftur rópt um politiskan “ófrið” men er hetta hugtak í grundini bara heit luft.

Eg havi sum miðlamaður arbeitt við og lisið alt “Tollmálið” og eri als ikki sannførdur at tað er rætt at koyra Jørgen Niclasen – tí var eg løgmaður – so hevði niðurstøðan hjá fútanum talt nógv. Hann kannaði nevniliga eisini umrøddu rykkjarar sum nú er øsing um og tí er neyðugt hjá løgmanni at spyrja seg sjálvan um tað er í lagið at oyðileggja politisku framtíðina hjá einum persóni, sum hevur verið kannaður, so nógv sum Jørgen og harafturat mugu vit hava í huga at felagið hann var stjóri í virkaði í eini tíð har tað eftirfylgjandi er staðfest at líti skil var á toll og skatt. Feløg kring alt landi høvdu sínar egnu avtalur við skipafeløg og fingu vørur út uppá kreditt ella tí játta var at rinda seinri. Kunnu vit ikki verða reiðilig og politiskt hyggja í andlitið á okkum sjálvum og tosað um hvat er rætt, í staðin fyri at tosa um “politiskan ófrið”?

Politiskur friður er í sær sjálvum heit og tóm luft, tí vit vita at tað verður eingin friður á politiska vígvøllinum sjálvt um løgmaður kappar høvdið av Jørgen.

Jørgen er í tí støðu at hann hevur verið viðgjørdur av fúta um tað ikki er nokk fyri Løgmann – so hevur hann onga politiska framtíð.

Men ger løgmaður tað sum eftir øllum at døma ein samd andstøða leggur upp til so verður hann av røttum ákærdur fyri at hava bakka fyri trýsti.

Vit sum føroyingar eiga at krevja at Løgmaður altíð spyr hvat er rætt og skeivt – tí hugtakið “politiskur ófriður” er í veruleikanum bara heit luft – sum kann lukta sera illa – men sum er burtur so skjótt ættin skiftur.

Klaksvík, kl. 6 á morgni, Kristihimmalferðardag.

John William Joensen

Formaður í Norðoya Sambandsfelag

Harleyfacadeacryl