Sum tey flestu nokk vita, so var tað Fólkaflokkurin við Jørgen Niclasen á odda, sum fekk avtikið Landsbankan, fyri at spara uppá tær almennu útreiðslurnar.Fylgjurnar av hesum vóru, at landsbanka stjórin misti sítt arbeiði.
Sum tey flestu nokk vita, so var tað Fólkaflokkurin við Jørgen Niclasen á odda, sum fekk avtikið Landsbankan, fyri at spara uppá tær almennu útreiðslurnar.Fylgjurnar av hesum vóru, at landsbanka stjórin misti sítt arbeiði.
19.desembur í fjør kom ein journalistur á Portal.fo fram við toll málinum hjá Jørgen. Hesin journalisturin er bróður fyrrverandi landsbanka stjóran. Hin journalisturin sum hevur jagstrað og generað Jørgen niður í sand og øsku í Dagur og Viku, líka síðani tollmálið kom fram, er svigersonur fyrrverandi landsbanka stjóran.
Tað skal ikki nógv fantasi til at síggja, at hettar er eitt ”Takk fyri seinast” til Jørgen, afturfyri at landsbanka stjórin misti sítt arbeiði, sum hann hevur havt líka síðani Landsbankin varð stovnaður.
Svigersonur fyrverandi Landsbanka stjóran, sum fer eftir fer hevur verið eftir Jørgen í Dagur og Viku, gjørdi herfyri eina langa sending uppá 1 tíma og 7 minuttir í bestu senditíð, sum hann kallaði Tollmáli. Hetta var ein seinasta desperata roynd hjá honum at loypa øði í politikarnar, og hesaferðlukkaðist tað hjá honum, soleiðis at sjálvt tveir av sambandsmonnunum fóru upp at flákra. Hetta mundi enda við at Jørgen mátti leggja kongin.
Jørgen kom inn á ting sum 22 ára gamal og hevur sitið í tinginum og landstýrinum uttan steðg í samfull 23 ár. Av hesum 23 árunum hevur hann sitið 8 ár sum landstýrismaður. Men nú skal man knappliga ikki hava nakað álit á honum pga. 25 ára gomlum slatri. Mær vitandi er man ósekur inn til man er dømdur.
Nú má løgmaður traðka í karakter og fortelja sínum monnum í samgonguni hvar skápið skal standa. Tað ber ikki til at ein dugnaligur landstýrismaður, sum løgmaður hevur fult álit á, skal koyrast til hús pga. 25 ára gomlum slatri.
Haldi annars at tað er harmuligt, at Jørgen, sum er ein tann dugnaligasti og gløggasti politikkarin í Føroyum, ikki skal fáa frið til at passa sítt arbeiði.
Um bróður og svigersonur fyrrverandi landsbanka stjóran fáa sín vilja og fáa Jørgen frá, ja, livst so spyrst.
Finn Hansen
Robert Mærsk




