Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ov slakt KÍ avrik

Jákup Ósá

(Dystarfrásøgn) KÍ liðið hevði í grundini ikki uppiborið 3 stig, um ein hyggur eftir leikgongdini millum AB og KÍ í kvøld.

Yvirskriftirnar í miðlunum eftir dystin snúgva seg um, hvør bólturin var innanfyri ella ikki, tá AB í seinasta sekundinum javnaði. Men hyggja vit eftir dystinum sum heild, so hevði AB uppiborið stig. Tí teir spældu minst líka væl og skaptu samanlagt eins nógvar møguleikar ella kanska meir enn KÍ, sum ikki livdi upp til avrikið, sum liðið vísti móti ÍF seinast.

Nógvir feilir í fyrra hálvleiki

Í fyrra hálvleiki sóu vit so nógvar feil avleveringar frá teimum bláu, sum ein sjáldan hevur sæð áður. Tað var í grundini ótrúligt, at leikarar ikki kláraðu at senda ”lættar” sendingar til viðleikarar. AB byrjaði betri og spældi betri, men gott spæl sóu vit sjáldan í fyrra hálvleiki. Hinvegin komu teir ikki til so nógvar stórar møguleikar. Sum oftast blivu tað til langskotsroyndir frá serliga Jóan Símun Edmundsson, sum Meinhardt ikki hevði trupulleikar av. Hinvegin hevði KÍ onkrar stórar møguleikar, har Páll A. Klettskarð var uppá spæl. Fyrst fekk hann ov lítið burturúr, tá Rodrigo Silva spældi hann púra leysan, meðan hann seinni fekk framúr gott skot á, tá Ndende Adama Guéye sendi langan bólt fram. Hálvleiksstøðan var 0-0, har KÍ hevði einstakar góðar møguleikar, men har AB átti munin í leikgongdini.

KÍ reisti seg – AB svaraði aftur

KÍ avrikið fekk venjaran at gera eina útskifting í hálvleikinum. Væl skilligt fingu allir 11 leikararnir, sum vunnu 4-0 móti ÍF afturval og tað merkti, at Hjalgrím Elttør byrjaði á bonkinum. Hann kom inn í hálvleikinum fyri Rodrigo Silva og var rættuliga eyðsýndur fyrsta korterið eftir hálvleik. KÍ setti seg nú á dystin og knappliga sóu vit ikki mongu skeivu sendingarnar, sum í fyrra hálvleiki høvdu sett sín keðiliga dám á dystin. Tá 74 minuttir vóru spældir gav KÍ yvirvágin úrslit, tá Ndende Adama Guéye, sum aftur í dag var besti KÍ leikarin, skoraði eftir hornasparksstøðu. Hetta skoraði hann, hóast hann hevði ein skaða í lærinum og eftir málið mátti skiftast út. Hvussu var og ikki, so misti KÍ fullkomiliga takið á dystinum eftir hetta. AB kom til fleiri og fleiri møguleikar og seinastu løtuna var tað ótrúligt, at teir ikki fingu mál uppá onkran av møguleikunum. Men Meinhardt Joensen stóð væl og serliga Jóan Símun Edmundsson var óneyvur, tá hann púra blankur skallaði mitt á Meinhardt móti endanum. Dómarin legði 3 minuttir afturat og í seinastu royndini eydnaðist AB at javna eftir trunkaspæl í KÍ brotssteiginum við deyðbóltsstøðu. Endin var at dómarin dømdi mál, hóast tey flestu ikki sóu bóltin innanfyri.

Ikki gott nokk

So hóast KÍ kendi seg snýttar, so kann ein skeiv dómara avgerð ikki fjala útyvir, at KÍ avrikið ikki var nóg gott í mun til tað, sum ein má krevja ein slíkan dyst móti næst aftasta liðnum, sum ikki hevur vunnið nakran dyst á heimavølli í ár og sum manglaði fleiri týðandi leikarar. AB var í stórum pørtum av dystinum var betra liðið og hevði uppiborið stig. Serliga eftir teirra tunga trýst seinasta korterið av dystinum. KÍ liggur framvegis á 6. plássi, meðan AB framvegis liggur undir niðurflytingarstrikuni á 9. plássi.