Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar vilja ikki hava almenna kapping

Tíðindaskriv

Hetta er niðurstøðan nú Vinnuvitan hevur spurt knappliga 400 fólk um teirra hugsan um almenna kapping.

Hetta er niðurstøðan nú Vinnuvitan hevur spurt knappliga 400 fólk um teirra hugsan um almenna kapping.

Meir enn helvtin av teimum spurdu eru heilt avgjørd um henda spurning, tá 51 % svaraðu, at tey als ikki ynsktu, at tað almenna skuldi kappast við tað privata. 21 % søgdu eisini nei til almenna kapping, og at tað bert átti at vera í heilt serstøkum førum. Soleiðis halda 72 % av teimum spurdu, at tað almenna ikki skal kappast við tað privata. 15 % svaraðu at tey vildu hava almenna kapping í ávísan mun, og 11 % vilja fegin at tað almenna kappast við tað privata uttan avmarkingar.

Niðurstøðan av kanningini, ið er gjørd á netinum, má tí vera, at stórur meiriluti av fólkinum 72 % eru ímóti at tað almenna kappast við tað privata.