Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frá ríkisfundi til samstarvsfund millum javnbjóðis lond

Kristina Háfoss

So var árligi ríkisfundurin aftur á skránni. Hesuferð í Føroyum. Hesin átti heldur verið ein samstarvsfundur millum javnbjóðis lond, men so er ikki í dag. Heldur enn at virka fyri hesum, so boðar føroyski stjórnarleiðarin frá, at heitt verður á donsku stjórnina um at hækka blokkin til føroyingar við 100 mió. kr. Samstundis hava boðini frá grønlendska stjórnarleiðaranum til donsku stjórnina verið beint øvugt og sera greið.

So var árligi ríkisfundurin aftur á skránni.Hesuferð í Føroyum. Hesin átti heldur verið ein samstarvsfundur millum javnbjóðislond, men so er ikki í dag. Heldur enn at virka fyri hesum, so boðar føroyskistjórnarleiðarin frá, at heitt verður á donsku stjórnina um at hækka  blokkin til føroyingar við 100 mió. kr. Samstundishava boðini frá grønlendska stjórnarleiðaranum til donsku stjórnina verið beintøvugt og sera greið.

Grønlandynskir búskaparligt og politiskt sjálvbjargni
Grønlendska stjórnin virkar fyri, at Grønland gerstfíggjarliga sjálvbjargið, óheft av donskum blokki, og at landið gerstsjálvstøðugt land.  Hvat er meiranatúrligt enn at vilja hetta ? Soleiðis spurdi grønlendski stjórnarleiðarinherfyri. Fyri at røkka hesum krevst ein tilgongd yvir eitt áramál, og krevurstjórnin at eisini danska stjórnin viðvirkar at fáa hetta at eydnast.

Danmarkynskir at varðveita valdið
Danska stjórnin hevur sjálvandi síni áhugamál atrøkja, og vil gera tað hon kann fyri at varðveita valdið yvir Grønlandi ogFøroyum. Ríkisfundirnir eru liðir í hesum.
Hvørki Grønland ella Føroyar skulu tí vænta, at danska stjórnin fer at viðvirkatil, at vit gerast sjálvstøðug lond. Tað kom eisini týðiliga til sjóndar undirfullveldissamráðingunum hjá fullveldissamgonguni.
Ynskja vit, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, so er hetta sjálvandi nakað vitmugu vilja og virka fyri – hetta er ikki nakað, ið onnur fara at gera fyriokkum.

Føroyar ynskja – umvegis samgonguna – 100 mió. kr. í blokkhækking ?!

Men eitt er, at samgongan ikki vil størri sjálvbjargni, nakað heilt annað er,at velja at bakka aftur í tíð. At velja at gerast enn meira heft av danskablokkinum, og at velja at biðja donsku stjórnina um at hækka blokkin við 100mió. kr. fram til 2020. Hetta er tað landsstýrið og samgongan virka fyri íhesum døgum. Og hetta er, eftir mínum tykki, ein sera ódámlig støða fyriføroyingar.

Roynt verður enntá at fremja blokkhækking,ikki bert hetta valskeiðið (ið endar í seinasta lagi í 2015), men eisini inn íkomandi 2 valskeið. Og samgongan hevur enntá roynt at fingið donsku stjórninaat hækka ríkisveitingina við 200 mió. kr. Danska stjórnin segði nei.

Hugsið tykkum hvat hetta sigur umheiminum umokkum ? Hugsið tykkum hvat fyri signal samgongan og landsstýrið senda um okkumøll í hesum døgum ?

Samgongan á ósjálvbjargniskós
Tíverri er hetta bert eitt av fleiri átøkum, ið samgongan hevur framt fyriat gera okkum minni sjálvbjargin. Tí bert síðan henda samgongan hevur tikiðvið, hevur hon megnað at:

       Hækka ríksiveitingina í fleiriumførum.

       Avtikið Landsbanka Føroya

       Tømt Búskapargrunn Føroya

       Brúkt framtíðarpensjónsskattainntøkur

       Økt ójavnan millum fólkið íFøroyum

Eitt tað mest skaðiliga av øllum, ið framt er,er, at førdi politikkurin hevur niðurlagað álitið á politisku skipanina og álandsins leiðslu. Hetta er aftur við til at undirgrava ferðina fram móti einum Føroyumsum sjálvbjargið og sjálvstøðugt land.
Henda gongdin má og skal vendast. Ongantíð ov skjótt.

Vitvilja á sjálvbjargniskós
Tað vit kunnu gleðast um er, at tá nýggj stjórn tekurvið, er eisini skjótt at broyta verandi støðu. Hetta um vit fáa eina leiðslu ílandinum, ið vil eina heilt aðra leið enn verandi samgonga, og um vit fáa einaleiðslu, ið megnar at seta stór og bjørt mál fyri land og fólk.
Fleiri ítøkilig stig skulu takast, fyri at fáa Føroyar aftur á sjálvbjargniskós.Millum hesi eru:

       Ábyrgdarfullur búskapar- ogfíggjarpolitikkur

       Fiskivinnunýskipan

       Landsbanki Føroya endurstovnaður

       Føroya grundlóg setast í verk

       Skiftisskipan har fíggjarlóglandsins gerst óheft av blokkinum yvir styttri áramál

       Fólkaatkvøða um at skipa Føroyarsum sjálvstøðugt land

Hesi átøk vilja – saman við virknum ogmálrættaðum vinnupolitikki, framskygdum útbúgvingar-  og mentanarpolitikki, umframt politikki, ið tryggjar, at okkaravælferðarsamfelag leggur lunnar undir einum góðum lívi fyri alt fólkið – gera,at Føroyar gerast eitt enn betri land at liva og virka í.

Hetta er politikkur, ið fær øll við.
Politikkur, ið tryggjar, at fólkið trívist og vinnan blómar.
Politikkur, ið fær Føroyar aftur á sjálvbjargniskós.  

Hesum virka vit í Tjóðveldi fyri.

KristinaHáfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi