Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nógv fólk á sunnudagskúlafestivalinum

John William Joensen

Nógv fólk eru til SUMMARgleði sum er í Klaksvík. Veðrið er av tí allarbesta og nógv á skránni.

Tað hendir nógv meir enn tað, sum stendur á skránni, har vera hoppiborgir, andlitsmáling, ymsar kappingar á fótbóltsvøllinum við Sjallubjallu, mánabilar, djóragarður, ballónkast, ymisk føroysk spøl, matsølur av ymsum slag t.d. breyð, vaflur, kaffi/te, pylsuvognur, softice og poppkorn.

Bókasøla verður eisini og har ber eisini til at keypa simbablusur og summargleði húgvur.

Kl. 10.00 Letur upp
Kl. 10:45 Skrúgonga

Kl. 11:00 Leikur um Nóa

kl. 12.00 Dansi/sangbólkur úr Sørvági

kl. 13.00 Maria á Lakjuni

kl. 14.30 Vanja og Laila v/Calsen familjuni.

kl. 16:00 Barnakórið í Oasuni

kl. 17:30 Bubu og Baloney
Harleywoodpaint