Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heðin á Lakjuni tøkur aftur – Henry neyvan við

Jákup Ósá

Heðin á Lakjuni og Henry Heinesen fingu báðir leikbann í dystinum móti AB eftir nógv umtalaða AB málið. Nú er greitt, at Heðin á Lakjuni fekk leikbann ein dyst, sum hann sat yvir móti EB/Streymi. Hinvegin er enn ikki greitt, hvussu langt leikbann Henry Heinesen fær. Men hann verður neyvan við móti Skála fríggjakvøldið.

Sambært FSF heimasíðuni fær Jóhan Jacobsen leikbann í ein dyst. Sostatt er KÍ uttan bæði Henry Heinesen og Jóhan Jacobsen vegna leikbann hendan seinasta dystin áðrenn summarsteðgin.