Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Argentina og Messi vinna aftur í dag

Jákup Ósá

HM tipping: Tippararnir eru samdir um, at Argentina fær sín triðja sigur í dag. Samstundis vænta teir, at Sveis kemur víðari.

Ragnar Joensen grundgevur soleiðis fyri sínum tippingum í dag:


Nigeria – Argentina

Nigeria hava júst sum hini liðini úr Afrika havt ilt við at liva upp til sínar favoritt leiklutir. Sum heild hava úrslitini verið heldur misjøvn. Argentinar hava vunnið sínar dystir, og fara helst at hvíla onkrar leikarar. Nigeria meti eg ikki hava møguleika at vinna. Argentina vinnur.

Bosnia-Herzegovina – Iran

Bosnia hava ikki fingið neyðugu úrslitini, og er teirra leiklutur helst útspældur. Iranar hava víst at teir duga sera væl verja, men megna ikki at skjóta mál. Stuttligt hevði verið um Iran vann. Tí verður tað eitt 2 tal

Ecuador – Frankaríki

Frankaríki hevur havt eitt fínt endaspæl, og hevur longu vunnið sær sess í knock-out umførunum. Teir fara helst at hvíla nakrar leikarar, Ecuador hava fingið onkur úrslit, og kunnu spæla seg víðari um úrslitini laga seg. Ecuador mugu tískil spæla sín kjans. Eg havi tó størri trúgv til franska hópin. Eitt 2 tal.

Honduras – Sveis

Honduras hava einamest gjørt vart við seg við sera hørðum fysiskum spæli, og í minni mun fóltbóltsdygdum. Sveis hava hinvegin sera góð kort á hondini. Teir kunnu spæla seg í næsta umfar við einum góðum úrslitið móti Honduras, og tað meti eg eisini at teir gera. Eitt 2 tal.

Eg tippi í dag:

Ecuador – Frakland yvir 2.5 mál odds 1.75

Nigeria – Argentina (1-0) x odds 3.40

Honduras – Sveis (1-0) x odds 3.60

system 2/3 og “lige på”

Eg satsi í dag:

Iran vinnur og heldur málið reint (Odds: 5,70)

Hinir tippa

Kristian Joensen:

Nigeria  – Argentina 2

Bosnia-Herzegovina – Iran 1 

Honduras – Sveis 2

Ecuador – Frakland 2

Regin Sivertsen:

Nigeria  – Argentina 2

Bosnia-Herzegovina – Iran 1 

Honduras – Sveis 2

Ecuador – Frakland x

Støðan

1. Regin Sivertsen 23 stig

2. Kristian Joensen 20 stig

3. Ragnar Joensen 19 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.