Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongutúrur í Eysturoynni leygardagin

Norðoyar Kunningarstova

Norðoya Gongufelag skipar fyri hugnaligum gongutúri leygardagin 5. juli kl. 14.30.

Norðoya Gongufelag skipar fyri hugnaligum gongutúri í Eysturoynni leygardagin 5. juli kl 14.30. 

Farið verður frá Bónus í Klaksvík til Syðrugøtu kl. 14.30. Komin til Syðrugøtu, verður farið eftir gomlu Tróndargøtu til tingstaðin hjá Gøtutrónda, víðari á Risagøtuna, og síðani upp á Støðlafjall 567m , og Stórafjall 517 m.

Frá Stórafjalli, verður farið oman í ” Ævintýrið uppi á gørðum í Søldarfirði”, har Lena og Jákup Hansen borðreiða vid fiskasuppu, fluets, kaffi, og køku, í teirra hugnaliga heimið.

Kostnaður pr. pers. 175, – kr., og er fyri gongutúr, ferðaleiðara og máltíð.
Havið egnan bil við.
 
Øll vælkomin við.

Nordoya Gongufelag,
tlf. 282171.