Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍF samráðist við komandi venjara

Jákup Ósá

KÍF formaðurin váttar, at føroyameistararnir eru í samráðingum við nýggjan venjara.

Í fjør vann KÍF føroyameistaraheitið. Størsta partin av árinum var Jakob Jónsson venjari, men hann bleiv koyrdur móti endanum og Eddie Joensen tók yvir. Síðani hevur lítið verið at frætt úr KÍF, sum heldur ikki hevur sett nakran venjara enn. Men samráðingar eru í gongd, váttar formaðurin Signar Rasmussen.

– Vit eru í samráðingum. Men eg vil ikki siga nakað um, um vit tosa við ein ella fleiri venjarar. Tað er eisini trupult at meta um, hvussu long tíð gongur, áðrenn hetta kemur uppá pláss. Vit vilja geva okkum tað tíð tað tekur fyri at finna tann rætta venjaran, sigur Signar Rasmussen við Norðlýsið. Hann váttar, at talan er um føroyskan venjara/venjarar.

Hann sigur annars soleiðis um spælarahópin komandi kappingarár.

– Tað liggur í kortunum, at onkur fer niður til Danmarkar, men hetta er ikki endaliga avgjørt. Annars heldur Niklas Selvig fram, meðan tað ikki er avgjørt, hvussu verður við Rasmus Junker. Tað kann gott vera, at hann heldur fram. Annars hava vit ikki endaliga avgjørt, um vit skulu hava meira styrk, men tað verður gjørt í nærmastu framtíð, sigur Signar Rasmussen við Norðlýsið.

Sum skilst er møguleiki fyri, at Hans Eli Sigurbjørnsson fer av landinum í lestrarørindum eins og Tony Weyhe eisini er burturstaddur komandi kappingarár. Samstundis skilst, at Niklas Selvig ikki verður við fyrsta partin av kappingarárinum vegna skaða. Norðlýsið veit frá fleiri keldum, at KÍF hevur verið í samráðingum við Kára Nielsen, A-landsliðsvenjara, sum fyrr hevur vant fleiri lið í bestu deildini. Eisini royndi venjarin Birgir Hansen er settur í sambandi við starvið.