HM tipping: Holland er stórfavorittur, meðan Argentina kann fáa trupulleikar av Belgia.
Regin Sivertsen liggur framvegis best fyri í HM tippi kappingini og í gjár økti hann um munin í toppinum. Hann grundgevur í dag og tippar soleiðis:
Argentina – Belgia:
Hóast Argentina hevur fingið úrslitini, sum gevur ábendingar um eitt sterkt Argentina lið, so haldi eg ikki enn at teir hava givið okkum gott undirhald. Eg segði frammanundan kappingina, at eg væntaði at Argentina fór at koma langt, og vænti eisini at teir knúgva Belgia. 1 tal. (Odds: 1,95)
Holland – Kosta Rika:
Tvey tey jaligu upplivilsini í hesari kappingini, Kosta Rika heldur áfram at fáa røttu úrslitini, og spæla undirhaldandi fótbólt, hóast ongar profilar eins og hini liðini hava. Men tíverri fyri teir, so steðgar teirra HM her. Holland vinnur. (Odds: 1,48)
Eg tippi í dag:
Argentina at vinna (Odds; 1,95)
Holland at vinna (Odds: 1,48)
Eg satsi í dag:
Argentina og Holland vinna við einum málið. (Odds 3,45 og 3,55)
Hinir tippa
Kristian Joensen:
Argentina-Belgia 2
Holland-Kosta Rika 1
Ragnar Joensen:
Argentina-Belgia x
Holland-Kosta Rika 1
Støðan:
1. Regin Sivertsen 34 stig
2. Kristian Joensen 31 stig
3. Ragnar Joensen 27 stig
Vinningur:
Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.




