Sámal á Tjaldrafløtti Olsen hevur verið eftirspurdur aðrastaðni, men hevur gjørt avtalu við Team Klaksvík, sum eisini hevur fingið eina nevnd, sum hevur mannað seg á nýggjum.
Nevdin í TK mannað av nýggjum. Heri Johnsson heldur fram sum formaður, Sámal Eyðfinn Poulsen verður næstformaður, Óli Joensen kassameistari (nýggjur í nevndini) og Helena Kallsberg verður skrivari (fyrsta kvinna í nevndini í Team Klaksvík). Andras Samson er tiltakslimur (eisini nýggjur í nevndini).
Eisini boðar Team Klaksvík frá, at Sámal á Tjaldrafløtti Olsen hevur gjørt sáttmála við felagið. Kristian Andreasen, sum tekur sær av besta liðnum hjá Team Klaksvík, sigur soleiðis:
– Hann hevur verið eftirspurdur aðrastaðni, serliga av havnarfeløgunum, og tað hevði verið upplagt at hann tók av, tí hann arbeiðir í Havn. Men komandi ár sær spennandi út hjá okkum, so hann hevur valt at binda seg til felagið komandi árið, sigur Kristian Andreasen í dag.
Mynd: Team Klaksvík




