Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjihølliní Klaksvík latin upp

Dávur Winther

Svimjihølli i Klaksvík lat upp í dag kl 11 í nýggjum hami. Serliga er tað móttøkan og umklæðingardeildin, sum eru bygd av nýggjum. Eisini ber til við t.d. fittnesrúmun og øðrum baðipottum, sum eftir ætlan kemur í næstum.

Sagt verður, at smimjihøllin í Klaksvík er eitt tað størsta trekkplástrið, sum dregur flest fólk til Klaksvíkar í vikuskiftunum og at handlarnir hava merkt at svimjihøllin hevur ligið still eina tíð, meðan um- og útbyggingin hevur verið fyri.

Tað var ein lítil samkoma í morgun kl. 11, har varaborgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen læt nýumvældu høllina upp. Eisini segði Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini og Tørkil Mørkøre, svimjihallarleiðari nøkur orð.

Hetta byggistigið, sum byrjaði á summri 2013, kostar 10 mill og er tað NH-beton, sum hava verið heildarveitarar fyri byggingini.

Bandið, sum tú fær uppá, tá ið tú fert at svimja, leutr eisini skápini upp í umklæðingardeildini og gevur tað annars eisini eitt betri hagtalsgrungarlag fyri vitjandi.

Nógv fólk høvdu leitað sær til tiltakið í dag, tá ið svimjihøllin læt upp og vildu tey eisini fáa ein lekran væl tiltrongdan dykkert í snotiligu høllini, sum dregur nógv fólk til sín.