G!: Tað hendir nógv á G! Tað er nógv at fara til og nógv at náa. Jú eitt lítið sindur ’resut’, kunnu vit loyva okkum at siga. – Tí er gott at fáa frið eina løtu í G!-kirkjuni, sigur Maria Jørdal Niclasen, prestur í Norðoya Eystara Prestagjaldi.

G!-Kirkjan er á konsertøkinum og heldur til í einum hugnaligum fjósi. Ókeypis kaffi er at fáa, køkur úr Lorvík og annars eitt hugnaligt prát við prest og onnur fyrikomandi fólk.
Maria Jørdal Niclasen, prestur, er ein av fyrireikararunum. Hetta er annað árið, at hon er partur av hesum. Av tí at tað riggaði so væl í fjør, varð hetta endurtikið í ár.
– Her er pláss fyri øllum, sigur Maria. Tað hendir nógv hjá tannáringunum í hesum døgum. Summi føla seg illa um onkrar gerðir, ið tey angra. – Og tey hava brúk fyri at fáa onkran at snakka við. Og tað er møguleiki fyri tí, eisini á G!, sigur Maria við einum smíli.