Mánadagin vórðu teir á fjalli í Múla.
Fólk sum vóru við hendan dagin lata væl at:
– Tað vóru tvær gongur. Fyrst varð farið inneftir, eftir bøseyðinum. Farið verður niðan í røkurnar Imbjarrók, Sandrók og Mjóvarók og dalin og so suðureftir til Klivsdal og Ærgisdal. Seyðurin verður rikin omanum vegin og so norðureftir aftur niðanfyri vegin til rættina, sum er beint sunnanfyri bygdina. Tað er longra gongan. Har var tað mesta av seyðinum í gjár. Tá hann var royttur, var farið seinnu gonguna, fyri Handan. Tá er tað niðan aftur, niðan á Tind og Múlan, í Kisarnar, á Hoyhjalla og í dalin. Her verður rikið norðureftir um Múlan , oman og so suður millum bøgarðin og hegnið omanfyri, siga tey úr Múla.
Tað var nógv fólk og tað gekk væl at fáa seyðin í hús og royttan. Teir lótu eisini væl at seyðinum. Niðanfyri eru frálíkar myndir frá fjalldegnum í Múla.




