Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tvinnar listaframsýningar í Mikladali 1. august

Oliver Joensen

Í samband við avdúkingina av Kópakonuni, varð heitt á Norðoya Listafelag um at seta upp eina listaframsýning í Mikladali av listafólki við ættarbondum hagani. Nú bar so á, at Bernhardina og Heðin Klein, sum vórðu gift Ólavsøkudag fyri 25 árum síðani, skulu halda silvurbrúdleypsdagin í Mikladali nú leygardagin.

Í tí sambandi hava Heðin Klein og Bernhardina sett upp eina listaframsýning av Fridtjof Joensen, ið var pápi Bernhardinu. Samstundis hava tey bæði játtað at hava framsýningina standandi til 1. august tá Kópakonan verður avdúkað. Umframt tað, so hava tey bæði latið hjallaran í húsum teirra til Norðoya Listafelag, og har hevur ferlagið forvitnisliga framsýning av málningum hjá mikladalsmonnunum, Hans Jákup Glerfoss og Hans Hansen. 

Harleywoodpaint