Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Fyrireikingarnar til Tórsfest ganga væl

Danial Viðoy

Tað sigur Andrass Thomsen, ein av fyrireikarunum fyri Tórsfest. Pallurin kemur upp í morgin og atgongumerkjasølan gongur sum hon skal. – Hetta fyrsta árið er sjálvsagt ein roynd, men ætlanin er at víðka um Tórsfest og gera ”festivalin” enn størri gjøgnum árini.

Tað sigur Andrass Thomsen, ein av fyrireikarunum fyri Tórsfest. Pallurin kemur upp í morgin og atgongumerkjasølan gongur sum hon skal. – Hetta fyrsta árið er sjálvsagt ein roynd, men ætlanin er at víðka um Tórsfest og gera ”festivalin” enn størri gjøgnum árini.

Norðlýsið ringdi til Andrass Thomsen, sum er skrivari hjá Tórshavnar Ítróttarráð, fyri at lodda dýpið um nýggja konsertdagin, ið júst er sprottin.

Hann sigur, at tey eru vælnøgd við søluna og hetta var nøkulunda tað, tey higartil høvdu væntað. Verður sølan nøktandi, teirra vegna, vænta fyrireikararnir at selja eini 2-3000 atgongumerki.

Spurdur um høvuðsbólkurin, Michael Learns To Rock ikki er ein ov stórur og dýrur bólkur, er svarið nei.

– Nei, bólkurin er ikki ov dýrur. Hann passaði væl inn í okkara fíggjarætlan og tað er harfrá okkara útgangsstøðið er, fortelur ein bjartskygdur Andrass Thomsen.

Annað høvuðsnavnið á Tórsfest er Infernal, eisini úr Danmark. Tað passaði eisini væl inn í bæði fíggjarætlan og sjálvt prinsippið hjá Tórsfest, sigur Andrass.

– Vit høvdu undan fyrireikingunum eina føling av, hvat hetta projektið fór at innibera, so higartil er tað einki, ið er komið óvart á okkum, hóast tað er eitt ”nýtt” tiltak.

Ja, nýtt tiltak, hetta er í roynd og veru tann góða gamla Ólavsøkukonsertin, sum bert er víðkað til eitt enn størri og umfatandi tiltak.