Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tromsø: Víkingar klípa og sláa

Jákup Ósá

Tá bólturin er burtur, so klípa og sláa teir, segði ein ónøgdur Tromsø leikari eftir dystin.

– Tá bólturin er burtur, so brúka teir triks, sum einki hava við Fair Play at gera, segði útvísti Tromsø leikarin Jonas Johansen eftir dystin.

– Vit vistu frá dystinum í Føroyum, at tá bólturin er vekk, so koma teir at sláa í ryggin og klípa, so teir høvdu nøkur ”triks” sum eru langt burtur frá tí, sum Fair Play reglarnir burdu verið. Men tað er klárt, at man skal ikki skylda uppá tað heldur. Man skal halda høvdið kalt, segði Jonas Johansen eftir dystin. Hann bleiv útvístur í fyrra hálvleiki.

Samrøðuna hevur nordlys.no gjørt og hon kann síggjast her.