Í Mikladali stendur Kópakonan púra klar. Niðri á helluni er Stóri Kneysi eisini klárur at taka ímóti fína gestinum. Men veðrið má sær sjálvum ráða – tyrlan skuldi eftir ætlan verið komin ídag, at lyfta Kópakonuna oman á helluna, men tjúkka tokan, sum hevur ligið um alt landið at kalla hevur forða fyri hesum.
Í kvøld siga veðurmenninir frá høgætt og landnyrðingi og tí verður hildið at góður møguleiki skuldi verið ímorgin.
Men, men, sum sæst á myndunum, so er nóg mikið at taka hond í ímeðan bíða verður. Arbeitt verður millum annað við at leggja kablar eftir helluni, til ljósið, sum skal lýsa kópakonuna upp myrku tíðina og í ódnarveðri.
Vitjan fingu vit eisini í dag bæði gjøgnum tunlarnar og eftir sjónum. Eyðun Rasmussen helt frí saman við familjuni ídag og kom framvið at heilsa upp á okkum áðrenn tey hildu leiðina fram til Kalsvíkar.




