Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lívdin byggir nýtt í Hoyvík

DV: Tíðindaskriv

Leygardagin 26. juli 2014 fóru nógv fólk úr samkomuni Lívdini í Hoyvík undir eitt sjálvboðið byggiarbeiði, nú samkoman byggir nýggjan bygning at savnast í. Nýggi bygningurin skal húsa fjølbroyttum virksemi, har ein fjøltáttaður bólkur av menniskjum fær nógv betri møguleikar at møta og tæna Gudi og nærumhvørvinum. Harumframt er ætlanin, at bygningurin skal nýtast til eina fjøld av øðrum virksemi.

Leygardagin 26. juli 2014 fóru nógv fólk úr samkomuni Lívdini í Hoyvík undir eitt sjálvboðið byggiarbeiði, nú samkoman byggir nýggjan bygning at savnast í. Nýggi bygningurin skal húsa fjølbroyttum virksemi, har ein fjøltáttaður bólkur av menniskjum fær nógv betri møguleikar at møta og tæna Gudi og nærumhvørvinum. Harumframt er ætlanin, at bygningurin skal nýtast til eina fjøld av øðrum virksemi.

“Okkara bygningur skal gjarna gerast ein innbjóðandi bygningur við nógvum virksemi, eisini gerandisdagar” sigur Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari. “Umframt at byggja eitt andaligt heim, har menniskju kunnu møta og tæna Gudi, vilja vit fegin skapa nakrar góðar fysiskar karmar fyri nógvum andaligum, sosialum og mentunarligum virksemi í Hoyvík. Salurin við yvir 800 sitiplássum og góðum akustikki ger tað eisini møguligt at húsa ráðstevnum og konsertum á høgum listarligum støði.”

Fjølbroytt virksemi fær betri kor

Lívdin er í dag karmur um 40 navngivnar tænastur og virksemi við tilknýttum ábyrgdarpersónum. Samkoman savnast hvønn sunnudag í Skúlanum við Løgmannabreyt og hevur harumframt eini sethús í Hoyvík til annað virksemi restina av vikuni. Hesar tænastur fáa nú nógv betri kor at mennast og blóma. Her kann nevnast, hvussu umstøðurnar kring barnaarbeiðið og frálæruna betrast við nýggjum bygningi.

Eitt nú hevur barnaarbeiðið í Lívdini í dag ikki nóg góð kor, har børnini mugu savnast í fýra ymiskum skúlastovum, meðan møtið er í auluni í skúlanum. Tískil má alt tilfar og øll tól pakkast saman og beinast burtur aftaná sunnudagsskúlan. Í nýggja bygninginum fær sunnudagsskúlin egin frálæruhølir, soleiðis at øll orkan kann brúkast upp á at geva børnunum eina góða og læruríka uppliving. Herfyri fór Lívdini eisini undir nýtt átak við at leggja hølir til lektiuhjálp, har skúla-næmingar eftir skúlatíð kunnu fáa hjálp til at gera skúlating. Eisini hendan tænastan fær betri umstøður í nýggja bygninginum.

Fjølbroyttur bólkur av menniskjum mennist og fjølgast

Fólk frá nógvum ymiskum samkomu- og kirkjubakgrundum savnast í Lívdini, har dentur verður lagdur á fjølbroyttan stíl í lovsangi og møtiskipan. Frá byrjan legði Lívdin dent á at skipa møtini og virksemi á ein hátt, sum gjørdi tað rúmsátt og lætt hjá ungum barnafamiljum at luttaka. Hetta hevur borið ávøkst við góðari luttøku, og samkoman vil eisini framyvir leggja dent á at fáa familjur, ungdóm og eldri at trívast.

“Í tí nýggja bygninginum er tað framvegis ætlanin við Lívdini at skapa eitt umhvørvi, har vit læra kynstrið at liva fræls, ábyrgdarfull og viðkomandi og møta Gudi á ein hátt, sum ger okkum skilagóð, fyrikomandi, umsorganarfull og framfús í samfelagi og heimi okkara” greiðir Jógvan Zachariassen frá.

Fjølbroyttir møguleikar kunnu gerast veruleiki

Ætlanin er, at bygningurin skal brúkast nógv og av nógvum. Ongantíð betur um virksemi er í hølunum allan sólarkringin, soleiðis at bygningurin ongantíð stóð myrkur í vikuni. Við síni plasering miðskeiðis í Hoyvíkini er upplagt, at komandi bygningurin gerst ein miðdepil í Hoyvík fyri mentunarligum og sosialum tiltøkum. Bygningurin kann tí gerast ein pallur til øll sløg av framførslum eins væl og ráðstevnum í Tórshavn. Á henda hátt kunnu bæði hoyvíkingar og føroyingar sum heild taka bygningin til sín sum sín egna.

Bygningurin og sjálvboði arbeiði

Bygningurin verður bygdur á grundøkið við Vegin Langa, sum samkoman í Ebenezer keypti frá Tórshavnar Kommunu í 1990’unum fyri síðani at lata Lívdini grundøkið í 2001. Lívdin hevur síðani gjørt grundøkið byggibúgvi og projekterað ein nýggjan samkomubygning. Saman við LBF og SMJ hevur Selmar Nielsen arkitektur teknað og prosjekterað bygningin. Eftir ætlan skal endaligi bygningurin hava eina brutto gólvvídd á 2690 fermetrar.

Í fyrsta byggistigið verður sjálvur møtisalurin gjørdur liðugur saman við minni møtisali, køki, wc, gongd umframt trimum frálæruhølum til sunnudagsskúlan. Byggifyritøkan Heildarverk hevur átikið betongarbeiðstøkuna, sum eftir ætlan verður avhenda í februar í 2015. Sum part av arbeiðstøkuni hevur Heildarverk avtalað við Lívdina, at ein ávísur partur av byggingini verður skipað sum sjálvboði arbeiði í summarsteðginum hjá Heildarverk. Hesar komandi 2-3 vikurnar fara nógv fólk tí at fáast við at fáa stoypt gólvið í komandi møtisalinum.

Írestandi byggiarbeiðið verður síðani skipað sum lutvíst sjálvboði og lutvíst keypt arbeiðmegi. Eftir ætlan verður bygningurin tikin í nýtslu á heysti í 2016.

Harleyfacadeacryl