Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggjasti kampingvognurin á SF

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Við Norrønu í gjárkvøldið kom stóri-pallur, sum skal standa niðri við Sandin – niðan móti Vágsbøi og ein nýggjur kampingvognur til Summarfestialin.

Flestu kamparnir, sum hava eitt lítið sindur skil fyri kamping, komu beinan vegin at hyggja – hvar hevur tú keypt hann, hvussu nógv kostaði hann, hvussu nógvar koyggjur hevur hann og so allar hinar spurningarnir um teknisk viðurskifti, sum ikki eru so fáir í einum samansettum og komprimeraðum heimi, ein kampingvognur er, komu beinanvegin.

Talan er um ein Alpina 663 UK, kampingvogn við leðursofum og nógvum hentleikum í køkinum, har sovuøkið kann skildrast frá hinum partinum av vogninum og innhurðin hevur eitt heppið flogkiknsnet.

Til samans kunnu nýggju fólk sova væl í vogninum og hevur hann gólvhita umframt radiatorar – ikki blásihita, sum ofta gevur krím vegna trekkin.

Kampingvognurin er 9 m langur og hevur alskyns hentleikar, loftsvindeyga, góða ljósseting, nógv ymisk skáp at goyma í, ovn, komfýr, microovn, kuldaskáp, upphaldsøki, sovu- og baðiøki, nógvar hentar stýringar og eitt stórt síðutjald.

Jú, til ein slíkan summarfestival flytur øll familjan til bygdina við Sandin og er ein partur av bygdarlagnum har.

Ein slíkur kampingvognur letur upp fyri nógvum møguleikum her heima og sjálvandi víða um úti í heimi.