Tað var onki at seta fingurin á, tá ið Twisted Sister framførdi á Vágsbøi í gjárkvøldið. Ein sera væl frágingin konsert, sum fekk Vágsbø at kóka, ikki bara teir fremstu áhoyrararnar, men alt fólkið á Vágsbøi.

Tað er trupult at seta orð á eina slíka konsert. Tú verður rikin við í ein kolosalan stemning, ið er torførur at skriva á pappír ella forrit.
Hetta var tann besta konsertin á Vágsbøi síðani Scorpions spældu í 2007, ongin ivi um tað. Eitt ordans rokkbrak, ið føroyingar duga væl at taka ímóti. Sí myndir og video: