Føroya Sjómannadagur skipar fyri almennum fundi í Skúlanum við Ósánna, mikudagin 20. august kl. 19 við luttøku frá Havstovuni, Føroya Reiðarafelag og Fiskidaganevndini. Jón Brian Hvidtfelt, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum stjórnar fundinum. Petur Steingrund, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur um botnfiskastovnarnar. Jan Arge Jacobsen, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur um støðuna hjá uppisjóvarstovnunum. Síðani verður kjak við pállborði.

MIKUDAGIN 20. AUGUST
19.00
Almennur fundur í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.
Fiskatilfeingið við Føroyar í dag og í framtíðini
Jón Brian Hvidtfelt, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum stjórnar fundinum.
Petur Steingrund, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur um botnfiskastovnarnar.
Jan Arge Jacobsen, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur um støðuna hjá uppisjóvarstovnunum.
Dennis Holm, formaður í fiskidaganevndini leggur upp til kjak.
Pallborð mannað við Petur, Steingrund Havstovan, Jan Arge Jacobsen, Havstovan, Herálvur Joensen, stjóri í Føroya Reiðarafelag og Dennis Holm, formaður í Fiskidaganevndini.
Kaffi hugni
—–
Føroya Sjómannadagar verður frá mánakvøldinum 18. august til sunnudagin 24. august í Klaksvík. Leygardagin 23. august verður stórt hátíðarhald í Klaksvík í samband við at Føroya Sjómannadagur hevur 10 ár á baki. Skráin verður almenn mikudagin 13. august.