Áarføri og grimdarregn førdu til, at vegadeildin hjá Klaksvíkar Kommunu og sløkkiliðið vórðu boðsend í morgun.
Áarføri og grimdarregn førdu til, at vegadeildin hjá Klaksvíkar Kommunu og sløkkiliðið vórðu boðsend í morgun. Vágsáin og Ósáin fóru upp um áarbakkarnar, og tað stóð á kloakkunum, at svølgja nógvu vætuna tíðliga í morgun. Tó eru enn eingir skaðar skrásettir, hóast áirnar vóru ógvusligar.




