Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit royndu soshimi av bluefin tunfiski

Oliver Joensen

Ídag fingu buffékokkarnir á Sjómannadegnum tveir bluefin tunfiskar, sum Rokur og Lerkur høvdu hálað inn í trolinum ímeðan Tummas T hevur ført til landið. Hetta vóru rættuligir fiskar, ið vigaðu um 170 kilo hvør.

Í vikuni kemur ein slíkur afturat og hann er ein rættuligur ein, sum er um tríggjar metrar langur og vigar 389 kilo. 

Alt skal á borðið til stóru fiskabufféina á Sjómannadegnum. 

Tað var Hans marius í Birgi, ið kom við tunfiskunum, og tað var eisini hann, ið hevði undirvísing í hvussu slíkir verða fileteraðir.

Bluefin tunfiskur er rættuliga eftirspurdur í Japan og ofta verður hann brúktur sum soshimi, tað er sushi uttan rís. Vit báðir blaðstjórin (selfie) og kokkurin, Edvard Olsen kundu ikki lata vera við at royna flotta kjøtið, tað gleið væl niðurum.