Hóast javnleikur í Norðragøtuvanliga er eitt góðkent úrslit, so merkir javnleikurin hjá KÍhesaferð, at liðið ikki hevur vunnið seks dystir á rað ogharvið hevur mist nógv í stríðnum millum liðini, sum stríðastum at koma í Europa í 2015.
Fyrri hálvleikur í Sarpugerði hevðisera lítið undirhald fyri áskoðararnar. Ein líkinda málmøguleiki var í part. Í seinna hálvleiki var byrjanin betri, tábæði liðini fingu mál innan 8 minuttir. Men burtursæð fráhesum, so var talan ikki um áhugaverdan dyst. Móti endanum trýstiVíkingur, men mál fingu teir ikki. M.a. tí, at KÍ verjuparturinhekk væl saman hendan dystin.
Við javnleikinum hevur KÍ ikki tapt ífýra dystum, men munurin upp til Europa League pláss økist alsamt.Nú eru 6 stig upp og komandi tveir dystirnir hjá klaksvíkingum eruímóti teimum báðum ovastu liðunum, har KÍ higartil í ár einkistig hevur fingið ímóti. Víkingur kundi ei heldur brúkajavnleikin til stórvegis, tí nú eru teir bara tvey stig frá 5.plássi.
Sunnudagin er nýtt umfar íEffodeldini og eftir tað verður steðgur, tí landsdystir eru áskránni.




