Reiðarin á Kallanes, Eyðólvur Vang, keypti fyrr í summar Norðsøka. Sjálvur hevur Eyðólvur verið við Norðsøka í summar, á snelluveiðu við Ísland.
Alla hesa tíðina hevur Kallanes ligið á Klaksvík,men hevur seinastu dagarnar verið á beding har hann hevur fingið ymsar umvælingar.
Í gjárkvøldið fór Kallanes til útróðrar við nýggjum formanni ella skipara, nevniliga Árna Zachariassen. Teir vóru á Sandoyarbankanum og væl gekst, ímorgun kom Kallanes aftur við 10.000 pundum, næstan alt longa.




