Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rokan í køkinum á Tekniska Skúla í Klaksvík

Oliver Joensen

 Alt skal vera klárt til Føroya Størsta fiskaborð ímorgin, tað sigur høvuðskokkurin, sum saman við Árna Muller frá Gepetto hevur staði fyri fyrireikingunum til stóra borðið.

Fyri løtu síðani vitjaðu vit, ímeðan summi fingust við lippur, fingust onnur við laks. Onkur stoykti havtaskumedalliongir og onnur dampaðu laks ímeðan onkur gjørdi klárt til ovnin. Úr Havn var Axel Lutzhøft komin, sum gestakokkur. Axel hevur útbúgving frá kokkaskúlanum í Klaksvík, og hann arbeiðir fyri tíðina, sum kokkur í oljuvinnuni í Noregi.

Vit vitjaðu eisini í hjallin, har Edvard vísti okkum, at hjallurin stóð at bresta í matvørum.

Til seinast varð blaðstjórin biðin um at smakka fiskasuppuna, sum stóð so hugaliga og simraðið á kamrýrinum. Eg kann gott siga tykkum at hetta er ein heilt serstøk súpan, sum fer sera væl niðurum.

Og minnist til, alt verður ókeypis, ætlanin er at 28 fólk skulu standa við síðuna av hvørjum øðrum við stóra fiskaborðið og servera ymiskt av fiski. 

Um veðrið er at siga, at longu nú er hann stokkin vesturum, veðrið verður fínt í kvøld og í morgin, sum byrjar við kaffiborðinum kl. 10, siga veðurmenninir frá fínasta veðri og sól.