Enskur fótbóltur: Manchester United er í ferð við at seta met, nú teir skulu keypa Angel Di Maria frá Real Madrid. Prísurin nú áljóðandi 559 milliónir krónur. Tað er enskt met.
Enskur fótbóltur: Manchester United er í ferð við at seta met, nú teir skulu keypa Angel Di Maria frá Real Madrid. Prísurin nú áljóðandi 559 milliónir krónur. Tað er enskt met.
Hetta skriva ensku miðlarnir í morgun.
Chelsea hevur havt metið í eina tíð, eftir at teir í 2011 keyptu Fernando Torres fyri 468 milliónir krónur. Men nú bendir nógv á, at United fer at taka hetta metið.
Sambært bløðunum í Bretlandi kom Di Maria til Manchester í gjár til læknakanning. Og eftir ætlan skal hann almannakunngerast í dag.
Angel Di Maria kom til Madrid í 2010, men ynskti ikki at forleingja sáttmálan, tá ið tann møguleikin beyðst.
Hann var heldur ikki við til Super Cup dystin seinasta vikuskiftið. Og venjarin, Carlo Angelotti, at Di Maria hevur biðið sínum nú fyrrverandi liðfeløgunum farvæl.




