Á middegi í dag, hósdagin 28. august 2014, byrjar Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, sína almennu vitjan í ES. Vitjanin fer fram í grikska høvuðsstaðnum Athen, har Maria Damanaki, evropanevndarlimur í fiskivinnumálum, tekur ímóti sum vertur fyri vitjanini.

Undir vitjanini fara ráðharrarnir báðir á fundi fríggjamorgunin at viðgera framtíðar umsitingina av uppsjóvar fiskasløgum í Norðuratlantshavi, nevniliga, norðhavssild, svartkjafti og makreli.
Harumframt verða fornsøgulig støð vitja eitt nú Akropolis.
Fríggjakvøldið verður Maria Damanaki, evropanevndarlimur, vertur fyri einum døgurða í kenda grikska havnarbýinum Piraeus.
Vitjanin endar á middegi leygardagin.
Fleiri upplýsingar um vitjanina kunnu fáast til vegar við at seta seg beinleiðis í samband við Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðara, á telefon +298 553249.
Fiskimálaráðið 28. august 2014