Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin skilir avgerðina

Jákup Ósá

11. august fekk Víkinga leikari reytt kort, sum var av meira grova slagnum í føroyskum fótbólti.

In.fo fekk skjótt fatur á dómara frágreiðingini, sum kann lesast niðanfyri. Sum sæst á henni, so var tað serliga atburðurin hjá Víkinga leikaranum eftir, at hann fekk reytt kort, sum vanliga hækkar leikbannið. Nakrar dagar eftir dystin staðfesti kappingarnevndin so, at Víkinga leikarin fekk leikbann í 4 dystir, sum merkti, at hann mátti sita yvir í steypafinaluni móti HB, sum verður nú leygarkvøldið. Tá kundi Víkingur kært avgerðina og tað lá í kortunum at teir gjørdu tað. Men sambært fsf.fo kom tað ongantíð so langt. Víkingur gav FSF nýggjar upplýsingar, og tað gjørdi, at Kappingarnevndin tók málið upp av nýggjum. Tá gav dómarabólkurin eina nýggja frágreiðing, sum var munandi øðrvísi enn tann fyrra, skrivaði FSF á heimasíðuni. 

Av teimum fýra døgunum, ið Hans Jørgen Djurhuus hevði fingið leikbann, vóru teir tveir givnir fyri, at hann skuldi havt víst longutong mótvegis dómarabólkinum. Men sambært nýggju frágreiðingini hjá dómarabólkinum var hetta ikki gjørt mótvegis dómarabólkinum, og tað bleiv gjørt uttan fyri vøllin. Av hesi orsøk valdi kappingarnevndin hjá FSF at strika tveir av døgunum, sum Hans Jørgen Djurhuus hevði fingið í leikbanni. Les orsøkina frá FSF her um niðursetta leikbannið.

Men síðani hendan niðursetta dómin er stór ónøgd um, hví dómurin er niðursettur og hvørjar orsøkirnar. eru. Norðlýsið hevur gjøgnum hesa vikuna viðgjørt málið og tosað við eina rúgvu av fólkum, sum kenna til hendingina. Og her hanga allar frágreiðingar saman og siga júst tað sama. Talan var um atburð eftir reyða kortið, sum av røttum eigur at geva eitt langt leikbann. 4 dystir gav kappingarnevndin fyrst, men síðani broyttu nýggjar upplýsingar dómin niður á 2 dystir.  Sambært teimum mongu keldunum hjá Norðlýsinum, so átti dómurin at verið væl longri og fleiri hava sagt, at tey ikki væntaðu at síggja leikaran á vøllinum aftur í ár ella har áleið. Eitt sum gongur aftur hjá øllum er, at tey standa púra spyrjandi til, hví leikbannið bleiv stytt, tí har var eingin orsøk til at stytta tað útfrá tí, sum hendi í dystinum og sum er nevnt í dómarafrágreiðingini.

Vit skulu gera greitt, at viðgerðin um hetta málið, sum Norðlýsið nú koyrir, hevur einki við persónin Hans Jørgen Djurhuus at gera. Hann hevur í nógv ár tænt føroyskum fótbólti og Víkingi væl og er framvegis millum bestu verjukendu miðvallaleikarar í deildini. Hann hevur ein serligan spælistíl, sum ofta kostar kort. Og tá hann er farin um mark, so hevur hann sitið sínar dómar uttan nakrar trupulleikar av nøkrum slag. Tað er meira hetta konkrekta málið, har Kappingarnevndin fyrst gevur 4 dystir og síðani styttir tað útfrá orsøkunum, at nýggir upplýsingar eru komnir fram.

Harleyfacadeacryl