Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harmonikuvinir í Siloa kl. 19 í kvøld

Tíðindaskriv

Harmonikuvikuskifti er í Fuglafirði, og í kvøld, fríggjakvøldið, 29. aug., verður sangløta í Siloa við Harmonikuvinum, har góður andaligur felagssangur er á skránni.

Harmonikuvikuskifti er í Fuglafirði, og í kvøld, fríggjakvøldið, 29. aug., verður sangløta í Siloa við Harmonikuvinum, har góður andaligur felagssangur er á skránni. 

Nógvar harmonikur saman við øðrum ljóðførum spæla undir, og eisini verður ein stutt andakt.

Sangløtan byrjar kl. 19 og er í ein tíma.

Tiltakið er sjálvandi ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.