Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At flúgva við einum dukkufreti til Aberdeen

Dánjal Rein

Umvegis Feysbukk:

Kaj Leo Holm Johannesen

Siti og bíði í Kastrup, nú kemur okkara stolta tjóðarflogfar framvið úti á vøllinum, men eitt hugskot hevði verði at broytt navn til ” Faroe Islands” hetta hevði givið eitt væl betri brand í samband við ferðavinnu og handil.

Atlantic Airways er ov neutralt, hvat halda tit?

—–

Harra Lögmaður hugleiður á Feysbukk vanga sínum, úr Keypmannahavn, at Atlantsflog átti at fingið nýtt navn.

Navnið er irrelevant. Fá felagið til at fungera, og producera seg til mátt og megi. TÁ kann man geva tí eitt STOLT navn.

At flúgva til Aberdeen við einum dukkufreti, er ikki vegurin fram.

Föroysku flogvinnuni törvar eitt Mortan Mols skump.

Landið bygdi flogvöllin út so alt skuldi gerast betri; tá tað er framt, so bakkar man eftir reyv, heldur enn at spenna bringuna fram, og siga hygg her: Her koma vit við A320 & A321, og produsera charter og rutu produktión betri og bíligari enn kappingarneytarnir, nakað sum við stórum hegni hevur ment danska JET TIME til ein stóran norðurlendskan operatör, sum millum annað nú opererar nógvar rutur vegna SAS.

Men NEI, nú Vága Floghavn ikki er tann stóri flöskuhálsurin longur, velja vit heldur at gerast dukkufretar, og flúgva til nökur marginal norðurlendsk provinshol. VISION og strategi my @z2.

Sjálvur havi eg fleiri ferðir havt fólk klár at fundast við Atlantic her á LHR. fólk sum hava við slots at gera. Nógv snakk. Frá LHR slepst viðari til allan heimin ella heim BEINLEIÐIS, sama dag. At flúgva Föroyingar til London at sjoppa gevur lítla meining, og VFR ferðslan er eisini ov lítil. Men at byggja upp eitt transfer og frakt produkt via LHR er so líka til.

Mær vitandi er 40% av SAS ferðsluni umvegis LHR transfer, umframt stórar mongdir at frakt. Fyri SAS er LHR störsti marknaður uttanfyri Norðurlond. 21 dagligar fráferðir ger SAS til ein av teimum störstu operatörunum á LHR.

SO hugsa stórt við Atlantflog fyrst, og hóast navnið ikki spillur nakran, so er tað irrelevant um Atlantsflog bara ætlar sær at vera eitt sindur av regionalum ketsjup í eitt hjörn.

Dánjal Rein

Heathrow, London