Tað gjørdist talan um eitt vónbrot hjá føroyska landsliðnum, tá Finnland vitjaði á Tórsvølli í kvøld.
Finnland vann 3-1 á Tórsvølli í kvøld. Í hálvleikinum vóru Føroyar á odda 1-0 eftir at stórt mistak í finsku verjuni gjørdi, at Christian L. Holst kundi skora til 1-0. Finnland sat tó á tí mesta í fyrra hálvleiki, men serliga málverjin Gunnar Nielsen spældi serstakliga væl í føroyska málinum. Í seinna hálvleiki gav finska trýstið úrslit, og teir skoraðu trý mál. Føroyska liðið kom til fleiri møguleikar, og einu ferðina var ein finskur verjuleikari nær við at gera sjálvmál, tá bólturin endaði á yvirleggjaranum.
Lars Olsen tordi at brúka síni kort í dag, tí fleiri nærum púra óroyndir leikarar fingu nógva spælitíð. Hetta var djarvt av føroyska landsliðsvenjaranum og fleiri av hesum fara mest sannlíkt at mynda føroyska landsliðið komandi árini. Tað sum stendur eftir er, at Finnland vann 3-1 og tað var eisini eitt rættvíst úrslit í mun til leikgongdina í hesum dystinum.
Hagtøl:
Føroyar 1 – Finnland 3
1-0 41 min. Christian Lamhauge Holst
1-1 52 min. Riku Riski
1-2 78 min. Riku Riski
1-3 82 min. Roman Eremenko




