Jón Purkhús, sum er leiðari fyri alingina hjá Bakkafrost í Norðoyggjum og einum parti av Eysturoynni sigur at hetta er nummar tvey av fýra tvíkiljum sum Bakkafrost letur byggja í ár.
Jón Purkhús, sum er leiðari fyri alingina hjá Bakkafrost í Norðoyggjum og einum parti av Eysturoynni sigur at hetta er nummar tvey av fýra tvíkiljum sum Bakkafrost letur byggja í ár.
Alingin hevur fyri langari tíð síðan yvirhála botnfiskaframleiðsluna í norðoyggjum, tí hvørt ár verða 25.000 tons av alilaksi framleidd í teimum 8 aliøkjunum í norðoyggjum og til samanberingar kunnu vit nevna at Kósin framleiddi 10.000 tons tá framleiðslan var uppá tað mesta.
Tvíkiljan bygt á Kambsdali
Jón Purkhús sigur at nýggja tvíkiljan sum var handað í gjár er nummar tvey av fýra sum KJ-hydraulik byggir fyri Bakkafrost í ár.
– Tá gjørt var av at fara undir at endurnýggja flotan hjá okkum bóðu vit eisini tilboð úr útlandinum og vit kundu staðfesta at tilboðini frá KJ Hydraulik vóru fult kappingarfør.
– Nýggja tvíkiljan er 13×6 m og hevur ein krana sum kann lyfta 23,5 tons.
– Hon hevur tveir motorar sum eru 350 hk hvør so hevur hon eitt spæl sum togar 6 tons. Harafturat hevur hon tvey minni spøl á 1200 kg. Stk.
– Alla tað nautiska útgerðina hevur Contriv Radio veitt okkum.
Jón Purkhús sigur at síðan 2008 hevur Bakkafrorst bygt 8 tvíkiljur í samstarvið við KJ Hydraulik. Tilsamans 40 mans eru knýttir at teimum 8 aliøkjunum í Norðoyggjum.




