Tað var bakaríið hjá Jórun, sum skipaði fyri og varð alt lagt á høgt støði við profesionellum dómarum, har tann eini kom frá Odense, sum m.a. er kent fyri heimsins besta marcipan.
Eitt av kravunum var eisini at tann, sum læt kakur inn, ikki var yrkisbakari, men vanligur brúkari og annars frítíðarbakari heima. Og tað var júst hetta, sum dómarin úr Odense, Charsten Lilleris frá Odense Marcipan, hevði bitið merki í, at føroysku húsmøðurnar og kvinnurnar annars høvdu eitt hugflog, sum bakarar bæði her heima og í Danmark kundu njóta gott av.
Kakurnar skuldu latast inn, ímillum kl. 11.00 – 12.30. Hvør kaka fekk eitt nr. og luttakarin eisini, so man eftir dømingina kundi finna útav hvør átti hvat.
Køkurnar skuldu hava eitt tema s.s. brúdleyp, barnadópur, rundur dagur, o.s.fr. Eisini skuldu uppskriftirnar og framferðarháttur fylgja við kakuni.
Seinnapartin í dag vórðu køkurnar mettar, har útsjónd taldi 25%, smakkur 30% og hugflog ella kreativitetur taldi 45%.
Dómarnir vóru Jórun Larsen Mørkøre, bakarasveinur, Charsten Lilleris frá Odense Marcipan, Lisbeth Mørkøre, bakarasveinum og Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Føroya Húsarhaldsskúla.
Vinnarar – Veitslukøkur vóru:
1 – Sylvia Thomsen
2 – Beinta Rubbeksen
3 – Sólrun Larsen deilt við Nelly Debes Christiansen, sum eisini fekk eitt triðja pláss
Vinnarar – Smákøkur vóru:
1 – Eliana Svøðstein
2 – Elinborg Debes
3 – Irena Joensen
Tá ið dømt varð, kundu tú keypa tær ein kaffimunn og sleppa at royna tær mongu kakurnar. Hesum møguleika tóku hópin av fólki av og gjørdu tey so eisini sær sína meting um tær mongu køkurnar.
Eitt stuttligt og annarleiðis tiltak, sum verður tikið upp aftur seinni, helt Jórun fyri, men kanska ikki hvørt ár.




