Eftir at Norðlýsið 15. August, vísandi til niðurstøðu hjá Kommunala eftirlitinum frá 2007, gjørdi vart við at tað var neyvan var í tráð við kommunulógina at Tórshavnar Býráð hevur játta 100 mió. kr. til at byggja og umbyggja gomlu saltsøluna hjá Baccalao til ein nýggjan vinnudepil, bað kommunala eftirlitið eina um eina frágreiðing frá Tórshavnar Kommunu. Í dag staðfestir Hilmar Høgenni at Almannaráðið ikki hevur hoyrt orð frá Tórshavnar Kommunu.
Eftir atNorðlýsið 15. August, vísandi til niðurstøðu hjá Kommunala eftirlitinum frá2007, gjørdi vart við at tað var neyvan var í tráð við kommunulógina atTórshavnar Býráð hevur játta 100 mió. kr. til at byggja og umbyggja gomlusaltsøluna hjá Baccalao til ein nýggjan vinnudepil, bað kommunala eftirlitiðeina um eina frágreiðing frá Tórshavnar Kommunu. Í dag staðfestir HilmarHøgenni at Almannaráðið ikki hevur hoyrt orð frá Tórshavnar Kommunu.
Tá Gøtu Kommuna í2007 ætlaði at byggja eini nýggj býráðshús har 2/3 av húsinum skuldi leigastút, gjørdi kommunala eftirlitið í niðurstøðu sera greitt at ein Kommuna kannikki reka vinnuligt virksemið og kann bert leiga út um hon hevur hølir til takssum hon ikki brúkar og fyri at verja seg móti tapi kann hon leiga hesi høli út.Men hendan greinin er sera avmarkandi og Kommunala eftirlitið gjørdi greitt atkommunan undir ongum umstøðum kann byggja seg til ein yvirkapasitet.
Fyri góðum mánaðasíðan, tann 21. August skrivar Kommunala eftirlitið til Tórshavnar Kommunu harbiðið verður um eina frágreiðing frá kommununi um hvørjum kommunalum endamáliðSjóvinnuhúsið tænir.
Men Leiðarin ákommunalu eftirlitsdeildini, Hilmar Høgenni, váttar í dag at hóast tað er ein mánaðisíðan at brævið var sent Tórshavnar Kommunu hevur kommunala eftirlitið einkiðorð frætt frá Tórshavnar Kommunu.
– Vithava tí sent kommununi eitt bræv í dag har vit krevja skjótt svar frá kommununiog í seinasta lagið 25. September.
Tað eru fýravikur síðan at kommunan varð biðin um at greiða frá 100 mió. kr. íløguni sum erfíggja úr kassanum hjá Tórshavnar Havn.




