B68 venjarin heldur, at KÍ tók ov lætt uppá uppgávuna í fyrra dystinum á Svangaskarði.
Sunnudagin spæla B68 og KÍ á Svangaskarði. KÍ skal royna at fáa sín fyrsta sigur móti B68 í ár. B68 venjarin Jógvan Martin Olsen dugir illa at siga, hví B68 hevur havt so gott tak á KÍ í ár.
– Í fyrra dystinum høvdu vit ein góða ”stima” og yvirskot til at vinna dystir. KÍ liðið tók kanska lætt uppá uppgávuna. Í seinna dystinum løgdu vit ein innsats fyri dagin, sum var nokk til at vinna dystin. Men annars havi eg ikki nakra einfalda frágreiðing uppá, hví vit hava staðið okkum væl móti júst KÍ.
B68 venjarin væntar ein truplan dyst sunnudagin.
– Eg vænti ein sera truplan dyst. Vit koma at síggja eitt uppsett KÍ lið, sum skal liva upp til 4. plássið, sum var teirra greiði málsetningur. Gera teir ikki tað, so er talan um eitt vánaligt kappingarár hjá teimum, sigur Jógvan Martin Olsen.
Uppá víðari fyrispurning uppá, um hann er vónbrotin av Kí í ár, svarar hann soleiðis.
– Fyrst og fremst eri eg vónbrotin av okkum sjálvum. Men tað er greitt, at eg hevði væntað nakað av nøkrum liðum í ár. Og har var KÍ eitt lið, sum eg hevði væntað endaði í topp 4, nú teir fingu tveir profilar í Ndende og Jonas.
Hann sigur, at B68 hevur tvey leikbann. Jóhan Dávur Højgaard og Kristian Anton Andreasen sita uttanfyri, meðan Esmar Clementsen ikki spælir vegna skaða.




