Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heystið beinir bikini og shorts burtur

Danial Viðoy

Danmark: Tað líður eisini út á árið í Danmark. Farnu tveir dagarnar er køld luft komin inn yvir landið. Tær stuttu buksirnar gerast longri, sandalirnar eru vorðnar til skógvar og freku topparnir síggjast ikki fyri heitum klæðum.

Jú, tað eru tekin í sól og mána, at summarið mest sum er av. Heystið byrjar at fáa fastatøkur. Í nátt hevur frost verið summastaðni í landinum.

Nordjyske.dk skrivar í morgun, at tann fyrsti morgunfrosturin er sæddur. Skrivarin heitir á fólk um, at fáa sær kava-skavarin í aftur bilin.

Men seinni í dag verður eitt sindur lýggjari aftur og hitin kemur kanska upp í móti teimum fimtan hitastigunum, kanska lýggjari.

Tað er tó eingin ivi um, at heystið byrjar at fáa vald. Leyvubløðini fjølgast á vegnum og trøini gerast berari.

Føroyingar merkja eisini, at heystið er komið. Onkur hevur longu verið fjalli og Mikkjalsmessa er sera nær. – Ein hugnalig tíð í væntu.