Fyri júst 20 árum síðan gjørdust GÍ føroyameistarar í einum spennandi og tøttum endaspurti har GÍ við útjavnandi málið í 89. minutti móti KÍ í Klaksvík, vann FM heitið, bert við málmuni. HB endaði sum nr. 2 við sama stigatalið sum GÍ.
Fyri júst 20 árum síðan gjørdust GÍ føroyameistarar í einum spennandi og tøttum endaspurti har GÍ við útjavnandi málið í 89. minutti móti KÍ í Klaksvík, vann FM heitið, við málmuni. HB endaði sum nr. 2 við sama stigatalið sum GÍ.
Undirritaði lærdi á ESTRA í Syðrugøtu og spenningurin var øðiligur millum gøtufólk áðrenn avgerandi dystin í Klaksvík. Per Gregersen – abbi kenda víkingin Atla Gregersen kom inn á prentsmiðjuna beint áðrenn fýraftan fríggjadagin undan vikuskiftinum. Eg stóð við “veingja-automatina” og prentaði búmerkir á konvuluttar. Meðan eg royni at fylgja við hvussu maskinan arbeiðir kemur gamli skiparin og byrjar at boksa meg í høgra arm:
“John William – nú mást tú f…. ikki gera tað at HB verða meistarar – teir vinna sín dyst á Tvøroyri – og tí verður tú atvoldin til at HB fer við øllum!!! Hoyrir tú meg! ( meðan hann boksar áhaldandi beint undir høgru øksl) HOYRIR TÚ MEG! – Tú kanst f…. ikki lata HB vinna!! – Tú mást lata okkum fáa mál – annars verður galin endi – (og so endurtók hann aftur og aftur). Tað verður tín skyld verður HB meistari. Allan mín ungdóm hildu gøtufólk við KÍ og gøtumenn og klaksvíkingar hava siglt nógv saman og átt so nógv saman!! – TÚ mást IKKI lata HB vinna – skilir tú!!!!!! ” (boks – boks – boks)….
Meðan eg knýtti vøddarnar fyri at taka móti sløgunum – vendi eg mær á….: ” – Tað kann væl verða Per….. – men eitt skalt tú lovar mær – skorðar GÍ so skyldar tú mær nakrar ræstar síður!” sigi eg og hyggi skiparan beint í eyguni.
– Tað skal ikki standa á – segði skiparin og gavst at boksa.
—–
Dagurin upprann og eg minnist hvussu uppsettir vit vóru hendan dystin móti GÍ og risa málmøguleikar sum m.a. núverandi formaður í Javnaðarflokkinum ikki tók av. Helt sjálvur at eg átti málið sum Henning heddaði í 89. min. men eg síggi nú at tað er neyvan sannlíkt at eg hevði klára út til bóltin – og harafturat stendur Henning púra ó-uppdekkaður…. 🙂
Vit vóru so skuffaðir um ikki at vinna á GÍ hendan dagin- at KÍ leikararnir noktaðu at koma út á vøllin til steypahandan! – Men leiðslan og venjarar felagsins komu eftir okkum og sjálvandi gjørdu vit okkara skyldu.
Havi seinri fingið at vita frá Jóannes Jacobsen sum var venjari í HB – at meðan teir spældu á Tvøroyri har HB vann 2-0, vistu teir bara at GÍ var aftanfyri og dysturin í Klaksvík varð helst liðugur…. MEN so fór “lúðurin” á Sevmýru brádliga at ljóða og so vistu allir HBarar hvat klokkan hevði sligið!
Lagið hjá mær gjørdist tó nakað frægari, tá Per Gregersen kom inn á prentsmiðjuna tíðliga mánamorgunin við einari stórari pappeskju av røstum rivum…..




