Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LS varpar ljós á sjúkrahúsmat og føðslutrot.

TÍðindaskriv

Hósdagin 6. november 2014 fer Landssjúkrahúsið at seta sjóneykuna á sjúkrahúsmat og føðslutrot hjá sjúklingum. Øll eru vælkomin til opið hús kl. 18.30 í køkinum á Landssjúkrahúsinum at hoyra um, hvussu arbeitt verður við betri mati til sjúklingar.Vit fáa vitjan av kenda køksleiðaranum á Herlev Hospital, Michael Allerup Nielsen, sum seinastu 10 árini veruliga hevur megnað at seta sjúkrahúsmat á breddan. Greitt verður frá Kostverkætlanini á B6. Kvøldið endar við smakkiroyndum frá Kostverkætlanini á B6. Les meira á www.ls.fo

Hósdagin 6. november 2014 fer Landssjúkrahúsið at seta sjóneykuna á sjúkrahúsmat og føðslutrot hjá sjúklingum. Øll eru vælkomin til opið hús kl. 18.30 í køkinum á Landssjúkrahúsinum at hoyra um, hvussu arbeitt verður við betri mati til sjúklingar.Vit fáa vitjan av kenda køksleiðaranum á Herlev Hospital, Michael Allerup Nielsen, sum seinastu 10 árini veruliga hevur megnað at seta sjúkrahúsmat á breddan. Greitt verður frá Kostverkætlanini á B6. Kvøldið endar við smakkiroyndum frá Kostverkætlanini á B6. Les meira áwww.ls.fo

Tvær myndir eru viðheftar, her er myndatekstur:

Mynd 1 av millummála í Kostverkætlanini á B6. Drekkamunnurin seinnapartar er nakað av tí, sum er broytt í samband við Kostverkætlanina. Nú fáa sjúklingar hvønn seinnapart ein tallerk við frískari frukt og grønmeti, ost á breyðið og ofta eina lítla skál við nøtum og frukt afturvið. Maturin skal vera meira innbjóðandi og samstundis geva meira orku og protein. Tikið myndina: Poula Patursson.

Mynd 2 av Michael Allerup Nielsen, køksleiðara á Herlev Hospital, sum er stigtakari til gransking í týdninginum av mati til sjúklingar. Við nýggja norðurlendska matinum á Herlev Hospital vil hann sameina vitan og gastronomi og samstundis granska í, hvat riggar og ikki. Mynd: kost.dk.

Samband: Leiðandi økonoma Gudna á Rógvi Joensen Tlf 304599-1260 ella verkætlanarsamskipari Poula Paturssonpp@ls.fo.