Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík skal halda fast við eitt image sum ikki er ov býarkent

Norðlýsið

Ragnar Ludvig er tvørámaður í sinn og skin: – Tá eg greiði frá at vit eru flutt til Klaksvík er tað eitt sindur skemtiligt at hoyra hvat fólk siga og hugsað um hetta. Tað fyrsta tey spyrja um er ættarbond og tá eg so greiði frá at eg ikki eigi beinleiðis ættarbond til Klaksvík – ja – so ganga tey út frá at konan er ættað úr Klaksvík. Men tá eg so greiði frá at tað er hon heldur ikki – standa fólk eitt sindur spyrjandi, greiður Ragnar frá og hevur hug at flenna.

Ragnar Ludvig er tvørámaður í sinn og skin: – Tá eg greiði frá at vit eru flutt til Klaksvík er tað eitt sindur skemtiligt at hoyra hvat fólk siga og hugsað um hetta. Tað fyrsta tey spyrja um er ættarbond og tá eg so greiði frá at eg ikki eigi beinleiðis ættarbond til Klaksvík – ja – so ganga tey út frá at konan er ættað úr Klaksvík. Men tá eg so greiði frá at tað er hon heldur ikki – standa fólk eitt sindur spyrjandi, greiður Ragnar frá og hevur hug at flenna.

– Vit kundu valt at búð aðrastaðni har tað eisini er bíligari enn í Klaksvík, men hetta hevði viðført nógva koyring til og úr arbeiði. Fyri eina familju sum okkara er Klaksvík sera væl egna, tí alt er so nær – tú kanst ganga ella súkla til handils og arbeiði, skúla, ítrótt ella samkomu, greiður Ragnar Ludvig frá sum starvast sum ”konstitueraður” leiðari á Sjónám.

Ragnar vaks upp á Tvøroyri til hann var 16 ár og fór síðani til skips og stutt aftaná á Sjómannskúla í Havn. Sigldi síðani eina stutta tíð sum stýrimaður í danska handilsflotanum men var skjótt noyddur at ásanna at sjómannslívið og serliga tað at verða nógv burtur frá familju, lá ikki til hansara.

– Tí var skjótt at eg leitaði mær aðrar vegir. Fór síðani til Bergen í 90-unum og arbeiddi hjá FALCK NUTEC sum er ein stór trygdarmiðstøð og her birtist ein áhugi fyri hesum fákinum, sum er trygd á Sjónum. Teir mæltu mær til at fara undir at lesa verkfrøði í trygd á sjónum. Men eg fór ístaðin at lesa maskinverkfrøði við sergrein í skipabygging og kom sostatt ikki aftur til Norra at arbeiða. Síðan flutti eg heim og havi eg arbeitt hjá MEST við økjum sum hava atlit til útbúgvingina og fór so aftur til Norra og arbeiddi á høvuðsskrivstovuni hjá Det Norske Veritas í 3 ár í Oslo og búðu eg og familjan í Oslo hesi trý árini.

Øll spyrja um ættarbond til Klaksvík

Men so fluttu vit heim aftur á klettarnar og eftir eina tíð fekk eg arbeiði hjá Sjóvinnustýrinum, har eg starvaðist í trý ár. Og endin bleiv at vit valdu at búsetast í Klaksvík. Tá eg greiði frá hesum er tað eitt sindur skemtiligt at hoyra hvat fólk siga og hugsað um hetta. Tað fyrsta tey spyrja um er ættarbond og tá eg so greiði frá at eg ikki eigi beinleiðis ættarbond til Klaksvík – ja – so ganga tey út frá at konan er ættað úr Klaksvík. Men tá eg so greiði frá at tað hevur hon heldur ikki – standa fólk eitt sindur spyrjandi, greiður Ragnar frá og hevur hug at flenna.

Fyrsta orsøkin til at vit tóku avgerð um at flyta til Klaksvík er at vit eftir at hava búð í útlandinum vóru troytt av at ferðast langa leið til arbeiði o.a.

Vit fluttu fyrst til Havnar at búgva og so koyrdi eg til arbeiðis á Sjóvinnustýrinum sum er vesturi í Vágunum, men hetta var sera ópraktiskt og harafturat fann eg út av tí at tað er sera dýrt, sum familja at búgva í Havn.

Eg og konan vóru samd um at tað var eingin vinningur fyri okkara familju at vit bæði fóru út at arbeiða 120 prosent og samstundis seta okkum í stóra skuld fyri at festa búgv. Hetta ynsktu vit at umgangast, og kanska kemur tað av at vit bæði eru eitt sindur eldri og ynskja eitt ávíst frælsi í lívinum. Hon er 36 ár og eg eri 42 ár so at hava eitt ávíst fíggjarligt frælsi á privata frontinum taldi nógv. Og vit ynsktu ikki at verða noydd til at arbeiða meira, men heldur at ansa eftir útreiðslunum og harvið sleppa undan at arbeiða alt ov nógv bert fyri at fáa endarnar at røkka saman.

Tá vit tosaðu um hetta vóru vit samd um at vit dámdu sera væl at verða mitt í landinum og hugsaðu fyrst um Norðskála og Oyri sum bæði halda verða eitt sera gott økið. Men skuldu vit búgva har, so vóru vit noydd at hava tveir bilar og so var langt at koyra til aktivitetir og so hekk roknistykki ikki saman. Meðan eg arbeiddi á Sjóvinnustýrinum kom ein lýsing í bløðini frá Sjónám í Klaksvík eftir einum skeiðslærara og tá fóru vit at hugsa um Klaksvík. Konan er sjúkrasystur men er framvegis heimagangandi við børnum.

Eftir at hava umhugsað støðuna valdu vit at flyta til Klaksvík.

Í mun til Tórshavn er bíligari at keypa hús í Klaksvík. Harafturat er tað í heila tikið bíligari at liva tí stutt er frá heim til arbeiði og frítíðaraktivitetir. Harafturat er bíligari at luttaka í fimleiki og øðrum aktivitetum. Tá alt verður tikið við er bíligari hjá barnafamiljum at búgva í Klaksvík enn í Havn.

Vit búgva enn til leigu og leita eftir húsum sum hóska til okkum. Eg havi lagt merki til at hús sum eru bygd í 70 – 80unum eru einar 750.000 kr. bíligari í Klaksvík enn í Havn, men hóast hetta haldi eg at prísurin er framvegis høgur. Eg havi sæð hús sum eru 30 ára gomul standa fyri 1,3 – 1,5 mió. og líknandi hús kosta 2,2 til 2,4 mió. í Havn.

Klaksvíkin er eisini meira bygdaslig og tí viðkoma fólk meira hvør øðrum og hetta var eisini nakað sum tiltalar okkum.

Vit ganga í Betesda og má eg siga sum er at hetta er ein sera góð samkoma har vit beinanvegin kendu okkum vælkomin og komu á hendan hátt at kenna nógv fólk beinan vegin. Hetta havi eg tikið sum eitt bonus tí tað var ikki hetta sum vit hugsaðu um tá vit fluttu til Klaksvíkar. Men hetta hevur givið okkum eitt positivt upplivilsi afturat.

Tað sum eg haldi er ein tann besta upplivingin við at búgva í Klaksvík er at eg fyri fyrstu ferð síðan eg sum heilt ungur flutti av Tvøroyri, havi fingið eina kenslu, sum eg hevði tá eg búði á Tvøroyri. Og her líkjast Klaksvík og Tvøroyri sera nógv hóast Tvøroyri er munandi minni enn Klaksvík.

Kenslan av at alt í býnum er einans fimm minuttir burtur er ein sera góð kensla!!

Her er ein sera stórur munur millum Tórshavn og Klaksvík.

Tað eru bara tey sum búgva í sjálvum miðbýnum í Havn sum kenna til hetta at hava stuttan veg til arbeiðis og aktivitetir.

Í Klaksvík kann ein súkla til arbeiðis, ganga til handils og børnini kunnu sjálvi leita til fimleik, svimjing, ítrótt og aðrar aktivitetir og sum ein barnafamilja hevur hetta stóran týdning – ikki minst fíggjarliga.

Í mínum vaksna arbeiðslívið havi eg brúkt sera nógva tíð uppá at koma til og frá arbeiði og tí er tað eitt fantastiskt frælsi fyri meg at kunna koyra runt víkina til arbeiðis uppá fáar minnuttir. Í Oslo skuldi eg í tríggjar bussar og eitt tok – brúkti 70 minuttir bara fyri at koma til arbeiðis og so tað sama heimaftur.

Ikki lætt at finna rætta húsið

Hóast húsini í Klaksvík eru bíligari enn í Havn so hava vit sett okkum fyri at fáa eini hús sum helst ikki skulu kosta omanfyri eina millión.

– Eg og konan hava ein heldur konservativan og afturhaldandi hugsunarhátt og eru samd um at vit skulu royna at klára okkum við einari inntøku, so langt sum tað røkkur. Um tað skal bera til hjá einari inntøku at gjalda gildið so er ikki pláss hjá okkum at lána meira enn eina mió. kr. fyri at keypa eini hús. Við eini rímiligari góðari almennari inntøku og einum húsum har lánibyran er um milliónina klárar man at liva sparsomligt og hava eitt familjulív har konan kann verða heimagangandi og vit samstundis hava eitt frælsið har arbeiði ikki fyllir alt lívið. Eydnast hetta okkum so sum vit ætla so kemur hetta okkum til góða tá konan aftur ferð til arbeiðis og tað verður sjálvandi upp til hana at meta um nær hon ætlar tað. Og við ikki at spenna seg alt ov nógv, kemur hetta so sjálvandi okkum til góða og vit fáa sum familja enn meira frælsi.

– Hetta hevði ikki verið gjørligt um vit keyptu eini 30 ára gomul hús í Havn fyri 2,2 mió. kr.

– Men eg hevði ikki flutt til Klaksvík uttan at eg hevði havt møguleika at fingið eitt arbeiði sum mær dámar og sum passar væl til mína útbúgving. Og arbeiði á Sjónám er sera væl egna til mín og eg trívist fram úr væl. Fyri konuna var tað eisini avgerandi at her eru sjúkrahús og ellisheim sum hon kann søkja um starv á tá tað verður aktuelt. Eisini eru fleiri aðrir møguleikar at søkja góð størv í Klaksvík.

– Eg veit væl at tað er ikki serliga inn at konan er heimagangandi men vit hava ynski at royna tað og so mugu vit síggja hvussu hetta fer at roynast.

– Eg haldi at Klaksvíkin skal halda fast við eitt image sum ikki er ov býarkent. Eg vil heldur ikki kalla tað bygdasligt – men umráðandi er at hon ikki gerst eins og Havnin og fær eitt image at verða ein býur fyri akademikarar.

– Bara tú fert til handils sært tú at her er meira bygdasligt.

– Nú má eg undirstrika at vit høvdu tað gott í Havn, men sum sagt tiltalar Klaksvík okkum meira. Og eg haldi eisini at fólk í dag – serliga barnafamiljur hyggja eftir kostnaðarstøðinum og tað eiga klaksvíkingar at hava eitt vaki eygað við tí har klárar Havnin ikki at kappast.

Tað sum telur allarmest er at vit sum familja trívast og har kenna vit at tað grør kring okkum í løtuni.

Ragnar Ludvig bleiv settur sum skeiðslærari á Sjónám men í summar setti fyrrverandi leiðarin á Sjónám fram ynski um at sleppa úr leiðarastarvinum og so var Ragnar Ludvig settur sum ”konstitueraður” leiðari til avgjørt verður um søkjast skal eftir nýggjum leiðara.

Ragnar sigur at stovnurin hevur tað gott tí skeiðini eru sera viðurkend millum føroyingar, men arbeiði er at halda fram við at viðlíkahalda og menna stovnin og starta nýggj og viðkomandi skeið. Tað starvast tíggju fólk á Sjónám og stovnurin eigur nakrar sera dugnaligar undirvísarar sum hava drúgvar royndir.