Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bólturin liggur hjá løgtinginum

John William Joensen

Tað er ótrúliga óheppið at landsstýrismálanevndin í slíkum álvarsmálið, sum málið um fíggjaróskil á Strandferðsluni er, ikki megnar at koma út við einari felags niðurstøðu. Niðurstøðan hjá meirilutanum í Landsstýrismálanevndini er at Johan Dahl hevur IKKI brotið lóg um ábyrgd landsstýrismanna og tí er tað neyvan rætt av mær sum løgmanni at koyra landsstýrismannin til hús og harvið ganga ímóti meirilutanum í landsstýrismálanevndini, sigur Kaj Leo Jóhannesen, sum er sera misnøgdur við at landsstýrismálanevndin enn einaferð er ósamd innanhýsis

Tað er løgtingið sum hevur biði landsstýrismálanevndina kanna málið um fíggjaróskil á Strandferðsluni og gera eina meting av leiklutinum hjá landsstýrismanninum. Meirilutin er púra greiður í niðurstøðu síni og til sjálvan spurningin um ábyrgdina hjá landsstýrismanninum sigur meirilutin at Johan Dahl hevur ikki brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

Tí vildi tað verið sera óheppið um eg sum løgmaður valdi at ganga eftir ynskjum frá minnilutanum sum er forkvinnan í nevndini.

Tað er løgtingið sum hevur biði landsstýrismálanevndina viðgera málið og tí er eingin ivi um at bólturin liggur hjá løgtinginum.

Skal eg siga sum er so er tað ikki uppgávan hjá løgmanni at greiða eina fløkju sum forkvinnan í landsstýrismálanevndini eigur tá nevndin enn einaferð er ósamd um eitt týðandi mál.