Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta navnið á Voxbotn 2015 er nú kunngjørt

Tíðindaskriv

Fyrsta navnið sum nú er kunngjørt at luttaka á Voxbotn 2015 er Føroya Bjór. Voxbotn og Føroya Bjór hava í dag undirskrivað samstarvsavtalu, sum inniber, at Føroya Bjór verður høvuðsstuðul hjá konserttiltakinum Voxbotn komandi trý árini. Hetta hevur við sær, at Føroya Bjór verður veitari til alla útiskonking á Voxbotn 2015, sum verður leygardagin 27. juni 2015

Fyrsta navnið sum nú er kunngjørt at luttaka á Voxbotn 2015 er Føroya Bjór. Voxbotn og Føroya Bjór hava í dag undirskrivað samstarvsavtalu, sum inniber, at Føroya Bjór verður høvuðsstuðul hjá konserttiltakinum Voxbotn komandi trý árini. Hetta hevur við sær, at Føroya Bjór verður veitari til alla útiskonking á Voxbotn 2015, sum verður leygardagin 27. juni 2015

Konsertiltakið Voxbotn hevur undanfarin ár eydnast stak væl og tað hevur eisini verið útselt øll árini síðani tiltakið var hildið fyri fyrstu ferð í 2012. Eftir at forsølan endandi í ár, vóru bara heilt fá atgongumerki eftir, sum øll vórðu seld við dyrnar soleiðis at longu kl. 22 var útselt og fleiri fólk sluppu ikki inn. Høvuðsnavnið í ár var kendi danski rapparin L.O.C., sum saman við norsku Return, Barbaru Moleko, Killer Queen, Swangah, Byrta, Voxbotn Allstars og fleiri øðrum gjørdu Voxbotn til ársins størstu uttanduraveitslu á einum av best egnaðu og veðurgóðu plássunum í Føroyum – niðri í Vágsbotni í Havn.

Stutt eftir at Voxbotn var av í summar, fóru fyrireikingarnar ígongd við Voxbotn 2015. Hesar fyrireikingar snúgva seg millum annað um at gera avtalur við útlendskar og føroyskar bólkar, sum skulu spæla komandi ár, umframt at finna røttu stuðlarnar.

Sum altíð er málið hjá Voxbotn at geva ungum sum eldri góðan tónleik, undirhald og eina heildaruppliving í 12 tímar út í eitt. Longu nú kann avdúkast, at í 2015 koma fleiri stór og spennandi útlendsk og føroysk nøvn á skránna. Ein roynd varð í ár gjørd við at skipa fyri bryggjuhugna undir Bryggjubakka við harmonikum og gamlamannadansi til eldra málbólkin og hetta eydnaðist so mikið væl, at ætlanin er at gera enn meira við hetta til komandi Voxbotn. Ætlanin er eisini at brúka nýggja frálíka spælistaðið Reinsaríið til komandi Voxbotn.

– So skjótt sum Voxbotn var liðugt í ár, fóru vit undir fyrireikingarnar til komandi ár, og málið er sum altíð at gera Voxbotn uppaftur betri, sigur Rúni Djurhuus, sum er ein av fyriskiparunum.

– At fáa tær stóru stjørnurnar til Føroyar í bestu spælitíð kostar nógv, og tí hava allir okkara stuðlar ómetaligan stóran týdning fyri Voxbotn.

Føroya Bjór fegnast eisini um samstarvsavtaluna við Voxbotn.

– Vit eru sera fegin um at hava gjørt samstarvs- og stuðlaavtalu við Voxbotn, sum vit halda er eitt gott og væl fyriskipað tiltak. Tiltakið hóskar seg eisini væl til okkara málbólk og vit fara eisini at gera alt fyri, at øll fáa eina góða og vælsmakkandi uppliving, sigur Sophus Dal-Christiansen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Føroya Bjór.

Um stutta tíð byrjar forsølan av atgongumerkjum til Voxbotn 2015 og fyrireikararnir vænta sum altíð nógv fólk til ársins konsertdag.

Myndatekstur: Hálvdan Haldansen frá Voxbotn og Sophus Dal-Christiansen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Føroyar Bjór