Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Príslækking á veg í undirsjóvartunlunum?

John William Joensen

Uni Dánielsen, stjóri í Vága- og Norðoyatunlunum váttar at fíggjarliga gongdin í feløgunum er nøktandi og at feløgini javnan viðgera prísirnar, men hann vil tó ikki vátta, at prísirnir lækkað í næstum. Hóast økta ferðslu eru inntøkurnar heldur minni enn seinasta ár, hetta orsaka av at prísirnir lækkaðu í tveimum umførum seinasta ár.

Tá Vágatunnilin læt upp fyri ferðslu kostaði bíligasti túrurin kr. 188,- pr. akfar og tá Norðoyatunnilin læt upp í 2006 kostaði ein túrur kr. 170 og um tú hevði kubba kostaði ein túrur kr. 102,-

Í dag kostar ein túrur við kubbahaldi kr. 50,- men stjórin í Vága- og Norðoyatunlinum vil ikki vátta ella avsanna tíðindini um at ein príslækking er á veg á nýggjárinum.

Jaliga fíggjargongdin hjá báðum tunlunum sæst aftur og skal sjálvandi koma brúkarunum til góða, men hvørt prísirnir verða lækkaðir ella ikki er ein avgerð sum nevndin tekur. Ferðslan í tunlunum er hækka higar til í ár millum 5% og 7% og tekniska útgerðin í Vágatunlinum er nú liðugt avskrivað. Harafturat er likviditeturin batnaðu við tað at láni í Vágatunlinum er útgoldið .

Men hóast stjórin fyri undirsjóvartunlarnar ikki vil vátta tíðindini so ljóðar fyri vist at tey sum brúka tunlarnar gleða seg til eina príslækking á nýggjárinum.

Niðanfyri talvur sum vísa miðalferðsluna seinastu 4 árini í báðum tunlunum.

Frá januar til oktober í ár hava íalt 708.589 bilar koyrt í Norðoyatunlinum. Hetta er ein vøkstur á 5,5% í mun til sama tíðarskeið 2013. I Vágatunlinum koyrdu 569.351 bilar, ein vøkstur á 7,6% í mun til seinast ár.

Harleywoodpaint